Í kirkju í Kirkjubø

Sunnudagin vitjaði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, við fylgi í Kirkjubø og úti í Koltri

Tað varð farið til gongu úr Havn til Kirkjubøar sunnumorgunin.

Forsætisráðharrin við fylgi og ferðaleiðara.

Men tað var so skjótt, at forsætisráðharrin aftur vísti, at hann gongur tey flestu av.

Túrurin gekk eftir gomlu gøtuni úr Havnardali, og tók umleið tveir tímar.

Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, fór í móti gestunum og fylgdi teimum seinasta strekkið til bygdar.

Komin til Kirkjubøar varð beinanvegin farið at skifta klæðir, áðrenn farið var á gátt hjá bóndafólkunum, har kaffi og pannukøkur vóru at fáa.

Fremmandafólkunum dámdu sera væl rabarbusúltutoyið hjá Sólvu.

Meðan fólk sótu til borðs, kom prestur, og so var skjótt tíð at fara í kirkju.

Tað var ein serlig uppliving at vera í kirkju í Kirkjubø.

Hesin elligamli bygningurin við teimum tjúkku veggjunum, veit ivaleyst frá mangari søgu at siga.

Og eisini í aðrar mátar er kirkjugongdin øðrvísi her, enn tey flestu eru von við í dag.

Her er einki orgul at styðja sálmasanginum. So frammi í kóri sótu Páll Patursson, sum bæði var klokkari og deknur, og Dánjal Pauli í Búðini av Velbastað, sum var forsangari.

Og tað bar væl til at syngja uttan undirspæl.

Heri Joensen, prestur, prædikaði yvir dagsins tekst. Og fyri at donsku gestirnir skuldu fáa nakað við, hevði hann umsett prædikuna til danskt og kopierað gestunum.

Heri prestur tosaði um at vera tann, ein er. Og at vera tað her.

Hann vísti á søguna um mannin, sum gjørdi sær fjøðurham og vildi flúgva. Tað endaði, sum kunnugt, galið, og maðurin fall aftur hagar, hann átti at vera. Tað er eisini her, vit skulu gera okkara tænastu, segði prestur.

Eftir guðstænastuna vísti Páll Patursson donsku gestunum runt í Kirkjubø.

Hann greiddi frá tí søguliga, sum er at finna í Kirkjubø. Og tað er ikki smávegis.

Úr Kirkjubø varð farið aftur til Havnar, har forsætisráðharrin fyrst vitjaði Tórshavnar Býráð og síðan Norðurlandahúsið.

Sunnudagurin endaði við útferð í Koltur.

Farið varð av Gomlurætt við Thorshavn.

Tað er forsætismálaráðið, sum eigur Thorshavn, og ríkisumboðið umsitir.

Soleiðis bar til at siga, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri í grundini eisini var reiðari á skútuni, sum flutti hann um Fjørðin.

Í Koltri tóku bóndahjúnini, yngri kirkjubøbróðurin, Bjørn Patursson og konan Lükka, ímóti.

Bjørn Patursson greiddi gestunum frá søgu og fólki í Koltri.

Eisini varð víst runt millum gomlu bygningarnar, sum arbeitt verður við at seta í stand.

Eftir rundferðina var boðin ein biti inni hjá bóndafólkunum.

Á veg inn aftur á Gomlurætt var eitt sindur av aldu í Hestfirði, og Lone Dybkjær, kona forsætisráðharrans, helt fyri, at tað var gott kortini, at Nyrup, vertskapsmaður sum hann er, ikki varð sitandi út á náttina í Koltri.

Tí skuldi tað rullað lutvíst verri, sum leið út í mun til útferðina, hevði onkur fingið sjóverk á heimleiðini.

Men so var kortini ikki.