Kirkjugarðar og fólkateljingar á alnetið

170 fólkateljingar eru nú tøkar á heimasíðuni hjá ættargranskingarfelagnum KT-slekt. Felagið, sum hevur 350 limir, arbeiðir í løtuni við at leggja yvirlit yvir allar kirkjugarðar á internetið

Ættargranskingarfelagið KT Slekt hevði aðalfund seinasta vikuskifti. Á skránni varð formansfrágreiðing, roknskapur og nevndarval. Fundurin varð hildin á Landsskjalasavninum, har víst varð runt eftir fundin.
Í formannsfrágreiðingini segði Göran Wennerstrøm millum annað, at nú eru 170 fólkateljingar innskrivaðar og lagdar á heimasíðuna til limirnar at granska í. Hetta svarar til meira enn ein fjórðingur av øllum fólkateljingum sum eru tøkar á Landsskjalasavninum.
Felagið hevur aftur í vetur hildið skeið fyri sínum limum fyri at leggja teimum lag á at skriva fólkateljingar inn. Nógv fólk situr í løtuni og skrivar inn, men enn mangla onkrar bygdir - serliga í norðoyggjunum.
Á limalistanum eru í løtuni um 350 limir og tað legst alsamt til. Við seinasta aðalfund vóru limirnir 250 í tali.
Av øðrum sum felagið hevur arbeitt við seinasta árið segði formaðurin frá um ætlanina at fáa teldutókt yvirlit yvir allar kirkjugarðar í Føroyum. Bræv er sent øllum kommunum í landinum. Nakrar hava svarað og sent inn yvirlitið til felagið. Teir fyrstu kirkjugarðarnir eru lagdir á heimasíðuna, meðan hinir verða lagdir út so hvørt teir koma felagnum í hendi.
Av tí at Internetið er einasti háttur, ið felagið samskiftir við sínar limir, hevur nevndin gjørt av at gera íløgu í nýggja heimasíðu. Hendan verður tøk um 2 mánaðir.
Formaðurin greiddi eisini frá nýggja búmerkinum, sum Ole Wick á Team85 hevur teknað. Búmerkið er teknað við keltiskum íblástri og kann ímynda eina rót, har ein familja greinar seg út frá. Tað kann eisini ímynda ein av teimum serkendu keltisku krossunum.
Formaðurin, Sofus Johannesen og Steinbjørn í Dali stóðu fyri valið. Teir blivu allir afturvaldir. Hinir nevndarlimirnir eru Hans Suni Jensen og Pól Adrian Hansen.