Nú borgarstjórin, Bjarni Prior, hevur verið so beinasamur í skrivi 24. apríl 2026 at greiða okkum frá, at kommunan ikkihevur ognarskap til lendið, har kirkjugarðurin verður bygdur, er ikki so nógv hjá mær at siga!
Eg kann tó leggja hetta afturat:
Hyggur tú á tinglýsing.fo eftir matr.nr. 25 í Sandavági, har Vága kommuna síðan des. 2025 hevur bygt kirkjugarð, er fjøran eigari.
Tað sæst eisini, at Vága kommuna (sum er ætlaði keyparin) hevur latið 9 skeyti viðv. matr.nr. 25 til tinglýsingar.
Skeytini snúgva seg um, at hagapartar í markatalsbygdini Sandavági ætlandi skulu selja 2.300 m2 burturav fjøruni í Sandavági til Vága kommunu at nýta sum kirkjugarð. Fyrsta skeytið er dagfest 22. des. 2025 og kom Tinglýsingini í hendi hin 12. jan. 2026.
Í Sandavági eru 12 hagapartar á tils. 48 mk. Hagapartarnir í Sandavági eru bæði óðals og kongs – tvs. ein partur er landsjørð, sum allir føroyingar eiga. Hagapartarnir í Sandavági eiga ikkifjøruna!
Einki skeyti er latið tinglýsingini viðv. 3 hagapørtum.
Øll tey 9 skeytini eru burturvíst frá Tinglýsingini, tí tey kunnu sjálvandi ikki lýsast sum ognarheimild.
Hinvegin eru tey lýst sum byrða á matr.nr. 25. Tað merkir, at Tinglýsingin hevur staðfest, at viðurskifti eru, ið hava við sær, at hesi skeyti ikki kunnu tinglýsast sum ognarheimild.
Ein byrða er ikki ognarheimild!
Vit kenna øll orðini í § 73 í donsku grundlógini: “Ejendomsretten er ukrænkelig”.
Tí er fyrsta og fremsta málið hjá Tinglýsingini at tryggja sær, at tann, ið ætlar sær at selja, veruliga er eigari av tí, hann selir!
Tá Tinglýsingin fær skjøl til tinglýsingar, er uppgávan hjá henni at kanna eftir, at øll formlig viðurskifti eru, sum tey eiga.
Tinglýsingin er av vanligum fólki kend fyri at seta sera strong krøv. Og tað skal Tinglýsingin sanniliga eisini gera!
Tey, sum kenna tinglýsingarøkið, vita, at tað meir enn so hendir seg, at skjøl, ið eru send til tinglýsingar ongantíð gerast ognarheimild.
Tað er eisini orsøkin til, at keypspeningur ikki verður fluttur, fyrr enn skeyti er tinglýst uttan rættarviðmerkingar, tí tástaðni er ognarheimildin í lagi, men, sum eg longu havi sagt, kemur tað ongantíð at henda í hesum málinum.
Niðurstøða mín er:
Vága kommuna hvørki hevur ella fær ognarheimild til lendið, har kirkjugarðurin verður bygdur!
...
Landsstýrismenn upp í leikin!
Hóast vantandi ognarheimild hevur kommunan nú í meira enn 4 mánaðir hildið fram at byggja kirkjugarð á ogn, hon ikki eigur.
Vága kommuna fýrir ikki fyri at hótta borgarar sínar við fútabanni, fara teir undir bygging, áðrenn øll formlig viðurskifti eru greidd.
Kommunan tykist tó at halda, at hon sjálv ikki skal fylgja lógini.
Komandi býráðsfundur verður týskvøldið 29. apríl 2026 og her er kirkjugarðurin ikki á skrá.
Løgtingslógir eru, ið stýra, hvar og hvussu kirkjugarðar kunnu vera. Her er Bárður á Lakjuni landsstýrismaður við evstu ábyrgd.
Somuleiðis eru løgtingslógir fyri ognarviðurskiftum. Her er evsti ábyrgdarhavari Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Tað gevur mær ta vón, at her fer at koma skil á hetta málið til endans.
Tað týdningarmesta er sjálvsagt, at hesin kirkjugarðurin í fjøruni ikki verður tikin í nýtslu, fyrr enn endalig greiða er fingin á øllum viðurskiftum. Tí sum samfelag kunnu vit ikki liva við øðrum!
Eg skal at enda takka Vága kommunu fyri avdúkandi aftursvarið til lesarabræv mítt “Vága kommuna byggir kirkjugarð uttan byggiloyvi”.
Tað vendi eg aftur til.
Maria Jacobsen











