Kirkjutíðindi aftur at fáa

Triðja útgávan av Kirkjutíðindum í ár er júst borin út.Í blaðnum er m.a. frásøgn úr Glyvra kirkju, reportasja úr Kaldbak, har Páll Reinert hevur verið deknur og kirkjuráðslimur í 40 ár, Edvard í Skorðini Joensen hugleiðirm og Torbjørn Jacobsen svarar spurningum um fólkakirkjuna.

 

Harafturat eru tíðindi um organistin úr Notre Dame, sum er á veg til Hoyvíkar, og eisini er ein nýggjur jólasálmur prentaður.

 

Felagið fyri kirkjuráðslimir gevur út.