Sveinur Tróndarson
? Vit atkvøða ímóti uppskotinum hjá stjórnini til samtyktar tí tað sømir seg ikki tinginum at samtykkja hatta uppskotið, sigur Kirsten Jacobsen.
Hon er - sum vanligt - sera boysin í orðum, tá hon umrøður danska forsætisráharran og framferðarhátt hansara.
? Tað er ófatuligt. Hvørja tí einastu ferð, hann skal gera okkurt, sum viðvíkur Føroyum, so fer hann buldrandi fram uttan fyrilit og tað er milt sagt ósømiligt fyri ein forsætisráðharra, sum - um hann vil tað ella ikki - eisini er forsætisráðharri føroyinga, sigur hon.
Kirsten Jacobsen sigur, at tað eftir hennara tykki er heilt burturvið, at leggja føroyingum harðar treytir við í sambandi við ynski um størri sjálvræði.
? Tað eru føroyingar, sum hava biðið um størri sjálvræði, og tí eiga vit eisini at vera sømilig í okkara atburði móti føroyingum og veit føroyingum usmtøður, sum gera, at búskapurin ikki skramblar saman. Tí havi eg gjørt eitt uppskot, sum eg eri vís í, hevði verið samtykt, bæði í Føroyum og í Danmark og tað má vera endamálið, sigur Kirsten Jacobsen.
Hon vísir á, at úrslitið av, at føroyingar biðja um sjálvstýrið er, at danski skattgjaldarin sparir pening og tað eigur Nyrup eisini at síggja tað skilagóða í.
? Men hann ger beint øvugt. Hann hóttir føroyingar við stuttari skiftistíð, men vera teir verandi, so fáa tað teir vilja hava. Og tað merkir, at milliard eftir milliard verður send til Føroya, og tað er einki høpi í, sigur Kirsten Jacobsen, sum sigur, at endamálið eigur at vera, at føroyski búskapurin kann venja seg við nýggju umstøðurnar samstundis sum útlit eru til, at danski skattgjaldarin sleppur undan at gjalda.
Hon heldur, at Nyrup ístaðin átti, at niðurfryst skuld føroyinga í fimm ár fyri síðani at gera eina avdráttarskipan, samstundis, sum ein skiftisskipan verður gjørd fyri ríkisveitingina í sjey til tíggju ár.
? Hesi skipan haldi eg flestu flokkar í Fólkatinginum høvdu tikið undir við, tí tá tosa vit um virðilig viðurskifti, sigur Kirsten Jacobsen
Hon var annars ikki so forlipt í kunningarfundinum hjá landsstýrinum í gjár.
? Prinsippielt eri eg ímóti, at landsstýrið kunnar fólkatingið, tí tað er ikki røtt mannagongd, men eg skilji teir kortini, tí fólkatingslimirnir verða ikki kunnaðir av stjórnini, staðfestir Kirsten Jacobsen.
? Men parlamentarisk hevði tað verið rættari um flokkarnir í løgtinginum sendu síni framsøgufólk at kunna starvsfelagarnar í fólkatinginum, sigur Kirsten Jacobsen, sum kortini leggur afturat, at hon sjálv ætlaði sær at lurta eftir landsstýrinum.