KJ hevur heimsins sterkasta aliring

- Vit hava aliringar, sum eru góðkendir til 9,1 metur høga aldu, og hetta eru heimsins sterkastu aliringar, sigur Jóannes Mørkøre ivaleysur.

 

 

KJ á Kambsdali byggir bæði tvíkiljur og aliringar til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Higartil í ár hevur fyritøkan leverað einar 40-50 aliringar. Teir allar flestu eru 160 metrar í ummáli. Hesir eru farnir til Bakkafrost, Luna og Mowi í Skotlandi.

Jóannes Mørkøre, sølumaður, sigur, at KJ seinastu tvey árini eisini hevur gjørt fleiri 200 metra aliringar til Luna, og hesir liggja nú á Víkum í Vágum og út fyri Velbastað. - Hesir ringar eru góðkendir til 9,1 metur høga aldu og eru heimsins sterkastu aliringar, sigur hann ivaleysur.

Í Skotlandi er KJ við í einari verkætlan hjá Mowi á Hebridunum, og her gjørdi KJ nakrar ringar í summar, sum liggja á sera harðbalnum øki sunnast við oynna, Sky. - Vit hava eisini ringar liggjandi á harðbalnum øki í Orknoyggjunum. Hesir hava nú ligið í tvey ár, og royndirnar hava verið góðar. 

Jóannes Mørkøre vísir á, at áhugi eisini er fyri aliringunum hjá KJ, bæði í Íslandi og Finnlandi.

Seinastu tvey árini hevur KJ saman Bakkafrosti eisini umbygt gamlar aliringar, sum vóru 128 metrar í ummál, til nú at vera 160 metrar. Her verður alt tilfarið endurvunnið. Gomlu besløgini vera seld av landinum og plastrør, gongugbrúgvar og flamingo verður endurnýtt til nýggja aliringin.

- Við hesum eru umleið 500 tons av plastrørum endurnýtt, sigur sølumaðurin.

Seinastu árini hevur KJ lagt nógv fyri til tess at koma inn á marknaðin, har arbeitt verður við smoltaling á landi. - Tá smoltstøðin á Strond fór í gongd, fingu vit møguleikan at bjóða upp á sjógvkølingina. KJ vann útboðið og hevur síðan 2017 arbeitt við plastsveising og uppsetan av tøkniligari útgerð í hesum sambandi.

Jóannes Mørkøre vísir á, at tá arbeiðið við nýggjari smoltstøð á Norðtoftum varð boðið út, var KJ aftur til reiðar at bjóða seg fram. Úrslitið gjørdist, at KJ saman við øðrum lokalum fyritøkum fekk hesa stóru uppgávu, sum fer í gongd í næstum.

- Okkara partur í verkætlanini á Norðtoftum er uppsetan av RAS-skipanini, ið er tann tekniski parturin inni á smoltstøðini, eitt nú rør, pumpur, ventilar, iltgerarar og generatorar. Hetta verður ein spennandi verkætlan at fara í holt við, leggur Jóannes Mørkøre aftrat.

Í VikuskiftisSosialinum í dag er serblað, ið serliga ger burtur úr aling og veitingum til alivinnuna. Í blaðnum eru eisini aðrar forvitnisligar samrøður, og eitt nú er stór samrøða við Jákup Jacobsen - Dunga Jákup - sum nú er farin frá sum stjóri í P/F Varðanum í Gøtu.

##med2##