Kjøt í føstu

FILMUR. Í landsins einasta biografi vísa tey annan part av søguni um Hannibal Lecter. Hin altíð hugtakandi Anthony Hopkins er tiltikni kjøtátarin í føstu. Enn sum áður byggir filmaða søgan á bókina hjá Thomas Harris, men hesuferðina er tað Ridley Scott, sum leikstjórnar


 




Tað stundar til føstu og hóast vit norðbúgvar ikki hava teir litføgru karnivalsiðir, sum tey hava í teim heitaru londunum, er vert at støðga á eina løtu og smakka uppá nøkur orð. Sum til dømis Karneval og Hannibal.

Á fastalávint hevur verið siður at halda karneval. Ganga grýlu og gera alt tað, sum ikki varð loyvt í føstu. At eta kjøt til dømis. Og eta vit okkum gjøgnum sjálvt orðið karneval, so er tað sett saman av carno, sum merkir kjøt og vale, sum sipar til farvæl. Altso burtur við kjøtinum í føstu. Tí nú skal fastast.

Men innan vit frásiga okkum alla verðsliga gleði, nýta vit høvi at kaga innar í myrkrið í biohøllini. Hinari einastu, sum eftir er í landinum.

Seinastu árini er í biografhøpi kyknaður ein sjáldsamur áhugi fyri tí óhugnaliga. Ein gongd, sum best sæst á filmi og tá ung leiga videofilmar í felag. Afturvið kola og kips, og kanska pitsa eisini, verður kjarnin í dagsins brúkarasamfelagi dyrkaður. Í fyrimyndarligum felagsskapi.

Tó, samstundis sum filmaði óhugnin sprettir og kemur upp at blása í ótolandi og ágangandi myndum, so hoyrist hin hugnaligasti tónleikurin afturvið. Partarnir passa ikki saman. Her skurrar og okkurt er, sum tað ikki eigur.

Kanska byrjaði tað við ?Pulp Fiction? í 1994 og varð undirstrikað árið eftir í ?Get Shorty?. Í báðum filmum spældi John Travolta. Ein uppafturgrivin diskomynd frá sjeytiárunum, sum finnur nýtt støði og nýggj úttrykk. Alt í tíðarinnar anda.

Í báðum filmum er útsjóndin og stílurin hugtakandi og tølandi. Og ikki minst samrøðurnar og sundurkliptu hendingarnar. Og nær byrjar filmurin? Tað ger ?Pulp Fiction? í hvussu er ikki í byrjanini.

Her eru leikstjórar, sum spæla sær. Einki at ivast í tí. Og kanska eru teir sjálvir børn av postmodernistisku traditónini, sum vil klippa alt sundur. Og seta alt skeivt saman. Í hesum melduri av sansingum, lýsingum og musikkvideo, mást tú skapa tína egnu vernd. Eitt myndafiltur bara fyri at yvirliva dagliga ágangin. Ímillum liggur skemtið. Svarta skemtið.

Kanska er tað hetta, sum liggur í dagsins dyrkan av tí óhugnaliga. At leita fram til eggina og ganga ytst á tromina og skoða niður í heljardýpið. Hetta inferno, sum lagt verður á blik í søgunum hjá Thomas Harris um Hannibal. Hannibal Lecter.

Bara navnið smakkar av óhugna. Hannibal. Fyrr var hetta klossuta navn knýtt at Alpunum og vónleysa rómverska herføraranum. Hannibal. Sjálvt smakkurin í navninum er broyttur, tá vit í dag siga Hannibal. Og eyguni, sum lúra á hvørjum uppslagi. Hannibal. Eg komi eftir tær. Hetta er ein marrudreymur. Kanska tín egni marrudreymur?

Fyrstu ferð Hannibal Lecter sást á filmi var í ?Manhunter? frá 1986. Michael Mann, sum eisini gjørdi sjónvarpsrøðina ?Miami Vice? , leikstjórnaði og hann bygdi filmin á søguna Red Dragon hjá Thomas Harris.

Í 1991 fekk Hannibal alt løriftið og bleiv høvuðspersónur í ?Silence of the Lambs? við Anthony Hopkins og Jodie Foster. Jonathan Demme leikstjórnaði, meistarliga intenst. Ein stjørna varð fødd og óhugnin fekk enn eitt nýtt andlit. Her varð eitt umhvørvi latið upp, sum varð so óhugnaligt og tó so tølandi, at hesi viðurskifti mugu takast upp til nýggja viðgerð. Hitt góða og ónda. Støðugt berjandi, devulskt og himmalskt. Við einum tíðarleysum farra av bíbilskum vísdómi. Um dómadag.

Nú føstan er í hondum, letur Havnar Bio upp fyri nýggjum avbjóðingum úr sama heljardýpi Hannibals. Tíggju ár eru liðin og Hannibal býr nú í Firenze. Jodie Foster er skift út og inn í marrudreymin trínir Julianne Moore.

Føstulávintsborðið er um at verða búgvið. Men varið tykkum fyri at rópa eftir kjøti í føstu. Spyrji bara Gary Oldman. Hann var hin einasti, ið kom undan hina fyrru ferðina, Hannibal var í kjøtveitslu. Úrslitið sæst í Havnar Bio.


Væl í gagnist!