Økja privatu men ikki almennunu vinnuna

Fyri hvørja almenna rakstrarkrónu, verður meiri enn tvífalt so nógv at bera privatu vinnuni

Nú tikið hevur verið saman um farna árið og sett hevur verið út í kortið í samband við komandi tíðir, hava áhugaverdar útsagnir verið á lofti bæði av leikum og lærdum, av vinnulívsfólki, alment settum og bókligum skúlaðum fólki annars.
Í hesum sambandi ger Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum, áhugaverdar viðmerk-ingar í Sosialinum 4. január og í Dimmalætting 7. január ár, sum vísa á almenna og privata útboðið av arbeiðs-tímum, um avlagandi ávirkanina danski blokkstuðulin hevur á føroyska samfelagið og hesin saman við økta almenna sektorinum gevur ein ov høgan framleiðslukostna á okkara fram-leiðsluvirkjum, sum aftur hevur skatta- og avgjaldshækkingar við sær.
Hóast bæði áhugavera og tíðum humoristiska uppseting, er einki serligt nýtt í greinini.

Ávísu politikararnir fóru skeivur ? reiðarin og fiskimaðurin høvdu rætt
Tað eru meiri enn 30 ár síðani okkara langfaraskip vórðu sett uttan fyri fiskimørk í londum, sum tey høvdu troytt fiskigrunnar bæði í 40 og 50 ár.
Ikki var sjáldan at hoyra frá ávísum politiskum flokki, at Føroyar uttan nakað, kundu liva væl av tilfeinginum sum fanst á føroysku grunnunum. ? Her fór hann skeivur.
Hinvegin søgdu bæði fiskimenn og reiðarar, at tað var ógjørligt. Hinvegin skuldu vit í eini neyðstøðu verið noyddir at roynt tað, skuldi okkara samfelag umskipast munandi.
Vit vístu longu tá á, at vit sigldu vandasjógv, og neyðugt var, at vøksturin í almenna sektorinum steðgaði.
Hetta var júst í teimum døgum, har ávísur partur av okkara fólki sá nakað í planbúskapi. Tað gekk jú fínt í Sovjet og í londunum eystanfyri. Londini vestan fyri høvdu bara ikki funnið út av, hvussu besta leiðin varð gongd.

Hvør steðgar ávísari gongd
Ofta er torført at steðga eini gongd. Fyri kortum las eg nøkur haggtøl úr Svøríki, sum m.a. vístu, at í heili 70 ár ? frá 1926 til 1996 - vórðu royndir gjørdar at steðga muninum millum rík og fátøk. Úrslitið var, at munurin øktist so gott sum øll árini, tað sama um vinstra- ella høgrastjórnir sótu.
? Tey flestu árini sat ein javnaðarstjórn.
Tíverri mugu vit í dag ásanna skeivleikan í, heldur enn at minka og umskipa almenna sektorinum, varð samtykt, at føroyski landskassin skuldi lata studning til fiskiflotan og fiskimenn. Hetta var jú so nógv lættari, enn veruliga at verða noyddur at steðga almenna sektorinum at økjast og taka tær torføru avgerðir at umskipa hann, sum átti at verðið gjørt.
Tvinnir vóru kostirnir í at velja, antin at minka almenna sektorin, ella leggja stuðul úr landskassanum til okkara berandi vinnu, so hon ikki fór av knóranum. ? Ja, hetta varð tá populert kallað "afturbering".

Ólátað skriving
Vit minnast til skrivingina tá, at "Fólkafloksreiðarar nú gjørdu sær dælt av stuðli til fiskivinnuna".
Nú veit eg ikki um bara Fólkaflokkurin átti reiðarar og fiskivinnuna sum heild, men hetta var óvanliga ólátað og ljót skriving. Allir partar vita, at her vóru bert hesir tvinnu kostirnir, tí fyri hvørja krónu almenni sektorurin dýrkaði, virkaði hetta meiri enn dupult uppá lutfallið millum privat og alment, tí berandi vinnan skuldi gjalda í síðsta enda. ? Hetta er ikki nakar vitskapur.
Veruleikin var, at tá skipini komu heim á heimligu grunnarnar, gjørdust hesir ov trongir, og ov lítið varð til hvønn. ? Tað vísti seg eisini við, at okkara langfaraskip sum vórðu eftir, kundu fyri tað mesta virka stuðulsleys, burtur sæð frá nøkrum fáum.
Støðan ídag vísir tað sama bert í øðrum hami. Tí er umráðandi, at vit samstundis sum vit mugu halda aftur í almenna rakstrinum, kunnu fegnast um skattalættan, sum núsitandi samgonga leggur fyri løgtingið fyri í ár og í komandi árum. Hetta fer at vera við til at geva okkum eitt betri kappingarføri og sjálvsagt eina størri nettolønar-útgjalding, sum aftur gevur samfelagsborgarum okkara lættari lívsmøguleikar.
Tó verið eg noyddur at skoyta upp í, at tað seinastu árini er farin ein alt ov stór og støðug hækking fram av fyrisitingini og rakstri annars. ? Men hetta rættvísger ikki veruleikan ? tvørturímóti.

Kanska eina greiðari mynd
Tað sum kanska restar í beinraknu greinini hjá Hermanni Oskarssyni er ein greiðari mynd av, at hvørja ferð ein flytur úr privatu vinnuni yvir í almennu, virkar hetta meiri enn dupult og tá kann tað bert greiðast við eini skatta- ella avgjaldshækkan, sum ikki er gongd leið longur. Annars ber hetta bert uppi við einum dyggum búskaparvøkstri hvørt ár ? og tað verður ikki og tað kann eisini verða við til at skaða samfelagið við øktum rakstri.
Besta og helst einasta gongda leiðin er at økja privatu vinnuna við betraðum vinnumøguleikum og samstundis ikki at økja almenna raksturin.