Kjaftbandið má loysast

Samgongumaðurin Sámal Petur í Grund heldur, at Strandferðslan og heilsuverkið skulu raðfestast hægri enn yvirskotið á fíggjarlógini

Eyðun Klakstein


Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum mælir nú til, at fleiri pengar verða játtaðir til Strandferðsluna og heilsuverkið.

? Strandferðslan og heilsuverkið hava tað verri enn likviditeturin hjá landskassanum í løtuni, sigur Sámal Petur í Grund.

Tí mælir hann til, at fleiri pengar verða játtaðir til hesi.

Í heilsuverkinum mangla pengar til rakstur og íløgur. Fólk skulu sigast upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og á hinum báðum sjúkrahúsunum í landinum verður eisini mett, at játtanin er ov lítil.

Trupulleikarnir hjá Strandferðsluni eru væl kendir. Skipini eru ov fá, ov gomul og í ringum standi, og aðra staðni í blaðnum sigur tekniski stjórin á Strandferðsluni, at tað í løtuni er ógjørligt at loysa uppgávuna, sum liggur á stovninum.

Samstundis fær Strandferðslan ikki ta játtan, hon hevur fyri neyðini, og løgtingið hevur sagt korta nei til at hækka ferðaseðlaprísirnar.

Tí heldur tingmaðurin hjá sjálvstýrisflokkinum, at bara ein loysn er á trupulleikanum, og tað er at brúka fleiri pengar av væntaða yvirskotinum hjá landskassanum til neyðugar íløgur og rakstur hjá Strandferðsluni.

? Trupulleikarnir er átrokandi. Vit skulu hava góða samferðslu millum oyggjarnar, men nú er vandi á ferð, tí flotin er niðurslitin. Eg royndi fyri tveimum árum síðani at fáa politikkarnar at skilja støðuna, men tað varð einki gjørt við trupulleikan, og nú er støðan bara enn verri, sigur Sámal Petur í Grund.


Strandferðslan

størri týdning

Politikkurin hjá samgonguni er at halda aftur á útreiðslusíðuni og heldur tryggja eitt trivaligt yvirskot á fíggjarlógini. Hetta hevur samband við fullveldispolitikkin hjá samgonguni.

Tað verður mett, at yvirskotið á fíggjarlógini fyri 1999 verður omanfyri 500 milliónir krónur, og fyri ár 2000 verður roknað við einum yvirskoti omanfyri 400 milliónir. Samanlagt eitt yvirskot upp á eina milliard krónur í tvey ár, og tað er landsstýrismaðurin við fíggjarmálum errin av.

Men nú hoyrast aðrir tónar í samgonguni, og avgjørda støðan hjá Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum fær eitt mótspæl frá triðja flokkinum í samgonguni.

? Vit skulu raðfesta Strandferðsluna og heilsuverkið hægri enn eitt yvirskot á fíggjarlógini, sigur Sámal Petur í Grund.

Hann heldur, at tað er bráneyðugt við endurnýggjan av strandferðsluflotanum, og í løtuni er einasta loysnin á trupulleikanum, at fleiri pengar verða latnir Strandferðsluni.


Bjarni heldur fast

Nýggja frágreiðingin hjá Búskaparráðnum mælir annars frá at økja um almennu útreiðslurnar.

? Ógvuliga stórt trýst er á politikkarunum at játta pening til útreiðslur og íløgur, men her er avgerandi neyðugt, at teir klára at standa ímóti, verður sagt í frágreiðingini.

Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Bjarna Olsen, formanni í Búskaparráðnum, í gjár, men tað eydnaðist ikki.

Formaðurin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Bjarni Djurholm, tekur undir við niðurstøðuni hjá Búskaparráðnum.

? Tað er umráðandi, at vit nú halda fast á útreiðslusíðuni, so vit sleppa undan meirjáttan í ár, sigur fólkafloksmaðurin.

Hann heldur, at tað er tiltrongt, at politikkararnir gera upp við seg sjálvar, hvør ætlanin við Strandferðsluni er.

? Tað er ein spurningur um partar av Strandferðsluni ikki skulu privatiserast. Tað kann loysa trupulleikan, nú Strandferðslan ikki sleppur at virka eftir marknaðartreytum. Tað er ein politisk fadesa, at løgtingið hevur álagt Strandferðsluni at reka ávísar leiðir, sigur Bjarni Djurholm.