Kjak um Granskingarpark

Hannes Gislason
M.Sc., Ph.D.
Tórshavn, 24-8-2005


Visjón 2015 hjá landsstýrinum, og álitið um granskingarpark frá Vinnumálaráðnum, fáa nú harða mótstøðu frá fleiri av landsins leiðandi meiningarmyndarum.
Visjón 2015
Ein løgtingslimur og reiðari fanst herfyri at útbúgvingar-ætlanunum í Visjón 2015. Hann helt ikki at brúk var fyri so nógvum lærdum fólki, og hann ynskti at vita, hvat landið fekk afturfyri. Sum svar kundi ein byrjað við hansara egnu vinnugrein: t.d. yvirmenn á skipum, virkis- og rakstrarleiðarar á landi, og somuleiðis vælútbúgvin fólk innan aðrar vinnur á landi, t.d. ferðavinnu, fíggjarvinnu, fjarskiftis- og KT-vinnuna. Sjálvsagt sær reiðarin eisini ein ávísan týdning í teimum lærdu, hann vil bara at tey læra uttanlands, tí so fáa tey meira íblástur (mín tulking: hann hugsar helst eisini um kostnaðin, at tað er nógv bíligari fyri landið at tey lesa uttanlands).
Hóast sjónarmiðini hjá reiðaranum sum heild umboða eina farna tíð - har tey flestu lívbjargaðu sær við hørðum likamligum arbeiði - so er spurningur hansara um hvat landið fær afturfyri ikki órímiligur.
Í okkara grannalondum er sum heild semja um at øktar íløgur í útbúgving og gransking hava positiva ávirkan á búskaparvøkst-urin í landinum. Írland og Finnland eru kend dømi, og í grannatjóðini Íslandi er íslendska universitetið eitt av landsins størstu ar-beiðsplássum. Danmark og EU hava eina visjón 2015, við høgum málum viðvíkjandi gransking og menning. Hesi lond eru inni í eini positivari ringrás, har tey eru før fyri at draga fólk til sín, sum útbúgva seg, granska, stovna fyritøkur og økja um búskaparvøksturin í landinum.
Soleiðis er ikki við Før-oyum. Her er lítil dyna-mikkur og fáar magnetir sum draga fólk til sín. Onkrir glottar eru, við stórum og góðum arbeiðsplássum, sum t.d. Føroya Tele, bankunum, og innan almenna umsiting, men sum heild eru Føroyar ikki eitt sera spennandi land fyri fólk við hægri útbúgving-um, og møguleikarnir fyri íverksetarar eru heldur ikki av teimum bestu.
Føroyar eru rættiliga smáar og fjarskotnar, við fáum arbeiðsplássum og ongum munagóðum náttúruvísindaligum granskingarstovni. Hetta er eyðsæð, um man fylgir við í starvslýsingum í bløðun-um. Tað eru t.d. helst bert uml. 5-10 starvslýsingar pr. ár innanfyri verkfrøði, og 0-5 størv innanfyri aðra náttúruvísindi. Tá eru størv innanfyri undirvísing og umsiting íroknaði, so talið av størvum til náttúru-vísindaliga/tøkniliga gransking kunna helst teljast á einari hond. T.d. hevur Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bert økt um fasta starvsfólkatalið við trimum fólkum uppá heili 30 ár!
Føroysk granskingarpark
Tá nú Vinnumálaráðið ger eitt átak fyri at fremja gransking í Føroyum við eini granskingarpark, so undrar tað meg, at bæði fyrrverandi og núverandi formenn í búskaparráðnum eru so negativir, hóast eitt gott kjak sjálvsagt er vælkomið.
Johnny í Grótinum hevur m.a. kallað granskingar-parkina "90 milliónir til gransking kann verða spill av pengum" (Sosialurin, 17. august), og hann vildi heldur brúkt pengarnar til ein miðnámsskúla. Miðnámsskúlar, hægri lærustovnar og granskingar-parkir eru týðandi lið í somu ketu. Sjálvsagt eiga vit at hava góðar miðnámsskúlar, men um vit ikki raðfesta universitet og granskarapark, so er vandi fyri øktari fráflyting úr Føroy-um, tí tey ungu hava so avmarkaðar møguleikar at venda aftur, eftir loknan lestur uttanlands. Fyri at brúka eina íttróttarmynd: hví hava góð ungdómslið, um ein ikki ynskir at manna 1. deild og landslið? Tað er annars lítil váði fyri pengunum í granskingarparkini, tí íløgurnar eru fyri tað mesta í fastar almennar ognir.
Hermann Oskarson skrivaði fyrst greinina "Granska ella herma - tað er spurningurin" og síðani "Kiri Te Kanawa og hvítur upsi" (Dimma, 19. august), sum eitt aftursvar til greinina "Forskerpark på Færø-erne" hjá Bjørn Harlou (Sosialurin, 18. august).
Johnny og Hermann tykjast samdir í, at tað almenna skal halda fingrarnar langt burtur frá hesi granskingarpark, sum teir ikki meina er ein almenn uppgáva.
Granska ella herma?
Til "Granska ella herma"-hugtakið hjá Hermann Oskarson vil eg siga, at flest øll gransking og menning byggir á variatiónir yvir verandi vitan. Tað er einki nýtt í tí - tað gera tey eisini í EU, USA og Japan. Heldur man seg hinvegin ov nær "herming", so framleiðir man ikki nýggja vitan, og so er tað als ikki gransking. Í vørumenning, ja so ber eisini til at herma, um vøran ikki er vard av patenti. Um tú hin-vegin framleiðir líknandi vørur hjá okkum, sum uttanlands, so eru sannlíkindini fyri at vera kvaldur í altjóða kappingini sera stórir. Hetta verður stundum kallað "red ocean strategy"-hugtakið, mótvegis "blue ocean strategy"-hugtakinum, tá tú kemur fyrst á marknaðin við eini nýggjari vøru.
Fyri at koma nakran veg, og ikki bert standa í stað, so má nýskapan stuðlast bæði innan gransking og vørumenning. Her mangla vit ein pall til at stuðla nýskapan innan gransking, menning og íverkseting. Ein fær ikki nóg góða íbirting við at sita einsamallur og kúra á einum bókasavni ella aftanfyri telduna.
Granskingarpark - ein almenn uppgáva?
Bjørn Harlou brúkti eina samanbering ímillum granskingarparkina og Norðurlandahúsið, sum Hermann Oskarson ikki vil góðtaka, tí Norðurlandahúsið er ein almenn uppgáva. Hinvegin so stuðlar hetta hús nógvum privatum virksemi innan t.d. ráðstevnur og tónleik. Tá vit njóta eina framførslu í Norðurlandahúsinum, tá er tað ofta ein privat fyritøka sum framførir á pallinum.
Eg skal viðganga, at spurningurin hjá Hermann Oskarson um ein tílík granskingarpark er ein privat ella almenn uppgáva er áhugaverdur. Svarið er tó als ikki so einfalt, sum Hermann og Johnny vilja gera tað til.
Hermann sigur í seinnu grein síni, at granskingarparkirnar, sum fyrireikingarbólkurin til føroyska granskingarpark vitjaði vóru "eklatant" dømi uppá privat initiativ. Hetta er bert lutvíst rætt, tí eigaraviðurskiftini eru rímiliga samansett av alt frá privatum virkjum, pensjónskassum, og grunnum, fyri ikki at gloyma ymiskan stuðul frá amtum, kommunum og almennum lærustovnum (t.d. lendi, rentu og avdráttarfrí lán í nógv ár, áralangir sáttmálar uppá leigu í granskingarparkini v.m.).
Hermann og Johnny nevna heldur ikki, at tað finnast granskingarparkir, sum eru stovnsettar sum 100% almennar. Hetta skal eg venda aftur til. Lat meg fyrst geva nøkur dømi uppá hugtakið granskingarpark, og hvussu hesar lýsa seg sjálvar.
Lýsing av granskingarparkum
"En forskerpark er et unikt vidensbaseret sted, der ligger i grænsefeltet mellem erhvervslivet og universitetet. En forskerpark er et sted, hvor ideer og projekter udvikler sig til levedygtige virksomheder.", www.sp-aarhus.dk/sw94.asp.
"Idéen stammer fra USA, hvor man har erkendt, at nystartede virksomheder ikke vokser hurtigt nok, hvis de skal udvikle sig ved kanten af køkkenbordet eller i garagen. En stor del af den positive økonomiske vækst i USA er således skabt af succesrige iværksættervirksomheder. Mange af disse virksomheder er blevet skubbet i den rigtige retning ved at starte i de såkaldte "incubators", hvor overlevelsesraten er på 80 procent.", www.udviklingsparken.dk/sw318.asp.
"I Symbion har vi specialiseret os i at hjælpe nystartede virksomheder, der arbejder med innovative, højteknologiske og forskningsbaserede ideer inden for IT, tele, biotek pharma eller medico."( www.symbion.dk)
"Scion-DTU er Danmarks første universitetsbaserede forskerpark. Scion-DTU huser 105 virksomheder og 3000 medarbejdere inden for biotek- og medico, IT og anden højteknologi. I Hørsholm og på DTU i Lyngby tilbyder vi faciliteter til alle faser i virksomhedens liv - fra opstart til kommercielt modne forskningsvirksomheder. Ejerforhold: A/S 100 % ejet af DTU", www.sciondtu.dk.

"BRIC is established on the initiative of the Danish Minister of Research. The objective is to create a Danish front-line, inter-disciplinary biotechnologi-cal research unit. BRIC will establish research collaborations between public research institutions and the industry, to promote the exchange of ideas within the Danish biotech research community.", www.bric.dk/cms/viewPage.php.
"Biocenter er et nyt byggeri på 30.000 m2 til forskning og undervisning i bioteknologi under opførsel i Universitetsparken midt i København. Projektet er statsligt finansieret byggeri ved Statens Forsknings- og Uddannelsesbygninger. Den økonomiske ramme er på 650 millioner kr. plus en privat donation fra Lundbeckfonden på 25 millioner kr. i form af et auditorium, Lundbeckfond - Auditoriet. Det samlede byggeri forventes at stå færdigt til ibrugtagning primo 2007.", www.biocenter.s-fou.dk.
Sum tað sæst, so eru bæði BRIC og Scion-DTU stovnsettar av tí almenna, men tær fremja samstarv ímillum almenna og privata gransking, og stuðla íverkseting. Atfinningarnar hjá Hermann Oskarson av stevnumiðunum fyri føroysku granskingarparkina eru ógrundaðar. Talan er ikki um rakstrarstuðul til verandi vinnur, men um at skapa fruktagóðar karmar fyri at nýggjar vinnur stinga seg upp, og tað er ein almenn uppgáva. Harvið er ikki sagt, at tað privata ikki kann spæla við.
Almenn gransking
At enda hevur Hermann Oskarson eitt hugskot um ein 100 % almenna granskingarpark til heilsugransking. Eg eri púra samdur við honum í, at tað eru alt ov fáa granskingarstørv innan fyri tað almenna. Hermann átti tó heldur at kalla hetta fyri ein granskingarstovn, tí um tú útilokar privata vinnulívinum, so gevur hugtakið granskingarpark lítla meining.
Tað almenna hevur stovnar, sum als ikki koma til sín rætt í granskingarhøpi. Vit hava t.d. eitt nýliga útbygt Landssjúkrahús, men har er mær vitandi lítil og eingin gransking. Vit hava eisini eitt universitet, sum er illa raðfest á tí náttúruvísindaliga økinum, sum hevur sera lítla orku til gransking, og sum næstan hevur staðið í stað í 30 ár. Vit hava eisini aðrar stovnar, har nakað av gransking verður gjørd, men har høvuðsuppgávurnar oftast eru eftirlit/ráðgeving.
Veikleikar við granskingarparkini
Í Føroyum er vandi fyri at granskingarparkin kemur at standa rættiliga einsamøll, tí hon hevur ongan sterkan almennan granskingarstovn at samstarva við í Føroyum, og hinvegin er lítil siðvenja fyri gransking og íbirting í føroyska vinnulívinum. Skal granskingarparkin eydnast, so er neyðugt at styrkja almennu granskingina eisini, og at hava góðar skipanir at stuðla vinnuligum íverksetarum. Somuleiðis, sum nakað av tí týdningarmesta, so má granskingarparkin samstarva við útlendskar granskingarparkir, universitet og privatar fyritøk-ur.
Tað hevði verið lættari við altjóða samstarvi, um Føroyar var limur av EU, men tað er eingin grund til at bíða eftir tí. Við áræði, sjálvsáliti, og hjálp frá fleiri ættarliðum av vælútbúnum føroyingum, so ber tað til.
Ein annar vandi við granskingarparkini er, at hon mest er bygningar í mun til starvsfólk. Granskingarparkin eigur at stuðl-ast við fleiri adjunkt/ lektara- og post.doc-granskingarstørvum á universitetinum, enn tey trý tíðaravmarkaðu gransk-ingarprofessoratini, sum tað verður lagt upp til.
Raðfesting
Raðfestingin av gransk-ingarøkjum í granskingarparkini er nakað smøl. Ílegugransking (gengransking), biotøkni og biokunning (bioinformatik) eru sera góðar raðfestingar, sum hóska væl saman við okkara ílegutilfeingi og matvøruframleiðslu. Hinvegin, so eiga vit ikki at avmarka hýsing av góðum verkætlanum innan aðrar tøkni- & vísindagreinar, hóast man velur upprunaligu raðfestingina fremst. Míni ráð eru at vera pragmatiskur viðvíkjandi raðfestingum, tí vit fáa neyvan fleiri granskingarparkir í bræði, og at navngeva granskingarparkina "The Faroese Science park". Pláss má vera fyri teimum góðu hugskotunum, sum ein ikki kann hugsa sær til frá byrjan.
Ílegugransking
Raðfestingin av ílegugranskingini er sjálvsagt eisini ein roynd at brúka møguleikarnar í nýggju ílegulógini. Tað er ikki óhugsandi at hetta eydnast. Tað eru longu í dag fleiri verkætlanir í Keypmannahavn, Odense og Århus viðv. ílegugransking av føroyingum. Somuleiðis hevur DeCode framvegis áhuga fyri Føroyum, um áhugi eisini er frá føroyskari síðu. Eitt dømi um útlendska áhugan fyri ílegugransking av føroy-ingum, sæst frá einum seminari í Århus 18. no-vember 2004: "Psykiatrisk genetik på Færøerne", www.psychdem.dk/kommakad.htm, stuðlað av m.a. fyritøkuni Eli Lilly.
Niðurstøða
Ætlanin um føroyska granskingarpark er sum heild ein góð og bráðneyðug verkætlan, hóast ávísar veikleikar, sum eg havi víst á omanfyri. Fyri at venda aftur til spurningin, um hvat Føroyar fær afturfyri, ja so fáa Føroyar vónandi sterkan íblástur og øktan búskaparligan vøkstur við hjálp frá útlendskum granskarum, og vælútbúnum føroyingum, sum annars nógvir velja at búseta seg uttanlands fyri lívið.