Fyri sjeyndu ferð hevur Tróndur Patursson verið á ævintýrkendari ferð saman við ævintýraranum Tim Severin. Hann er sera áhugaður í, hvussu fólk hava klárað seg og hvussu ymsar ferðir eru gjørdar, men eisini fleiri skaldsøgur hugtaka. T.d. var seinasta ferðin eftir íblástri av bókini Moby Dick.
Men henda ferðin, ið nú hevur verið gjørd, var í kjalarvørri Robinson Kruso.
Søgan er heimsgitin og var m.a. latin skúlabørnum í Føroyum frá 10 ára aldri í 1914. Sverri Patursson úr Kirkjubø týddi og útgávan varð tá stuðlað úr Noreg. Í 1990?unum kom hon aftur út og fyri at minnast stórhendingina í 1914, varð hon tá latin øllum skúlabørnum í 6. og 7. flokki.
Fyri viku síðani kom so annar maður úr Kirkjubø aftur av ferð, har hendingarnar í bókini um Robinson Kruso eftir høvundin Daniel Defoe vóru orsøk til ferðina.
Uppreistur
Ferðin hjá Tróndi Patursson og Tim Severin gekk í einum 120 ára gomlum seglbáti, ið ikki hevur motor. Farið varð frá oynni Grenada.
Tróndur greiðir frá, at óivað er bókin um Robinson grundað á fleiri veruligar hendingar, ið fóru fram miðskeiðis í 1700 árunum.
Søga er um uppreistur umborð á skipi, har týskur maður varð bundin til eina hurð og tveittur á bláman. Hann kom á eina oyggj, Serama, ið er partur av Swan Islands. Hann lívbjargaði sær har í 7 ár. Oyggin var tá óbygd og einki vatn var.
Nógvar skjaldbøkur komu á land á oynni og maðurin lívbjargaði sær. Hann koppaði teimum á, so tær sluppu ikki uppaftur. Umframt at fáa kjøt, so nýtti hann skjøldrini til at savna regnvatn í.
Ein trupulleiki var, at klæði hevði maðurin eingi at verja fyri sólini. Tískil sigst, at hárið vaks á kroppinum og hann fekk nærum faks. Tá hann kom heimaftur til Týsklands, vann hann fitt av peningi við at verða vístur fram.
Á oynni livdi maðurin av krabbum og skeljum. Tað eydnaðist honum at fáa eld. Hart grót var ikki á oynni, men burturgingin skip høvdu grót til barlast og hesum svam hann eftir og fekk í land, so hann kundi sláa grót saman og harvið útvega eld.
Eingin romantikkur
Søgan sigur, at onnur komu eisini í land. Men tann, sum í søguni gjørdist mannaátarin Fríggjadagur, var í veruleikanum úr Europa.
- Alt passar nokkso væl, sigur Tróndur, men tann romantikkur, sum er í skaldsøguni, hóskar ikki so væl við veruleikan.
Mangt bendir á, at Daniel Defoe hevur nýtt fleiri hendingar og fleiri fyrimyndir til søguna um Robinson.
Ein frásøgn er um mann, nevndur Alexander Selkirk, ið eisini rak á land á óbygdari oyggj. Hesin sigst eisini hava verið fyrimynd til skaldsøguna um Robinson, ið annars er komin í fleiri hundrað útgávum, síðani upprunahandritið varð skrivað.
Tróndu Patursson heldur, at hesin Selkirk møguliga varð hann, ið kom á land á eini oyggj, ið ber navnið Fugloyggin. Hesi oyggj komu Trondur, Tim og ferðalagið eisini framvið á ferðini.
Ferðin var 1400 fjórðingar og teir sigldu teinin frá Grenada til Honduras uppá 17 dagar.
Til matna skutlaði Tróndur m.a. ein springara. Hinir vóru heldur ivasamir hesum viðvíkjandi, men teimum dámdi tó væl matin. Eisini fingu teir háv og fisk og eisini fugl. Á Fugloynni átti súla í mangotrøunum
Síðani 1976
Tim Severin er úr Írlandi og hevur gjørt mangar ferðir av ymsum slag og vanliga kemur bók burturúr. Partur av ferðini í kjalarvørri Robinsson er m.a. søgur um sjórænarar og smuglarar.
Tim skal gera ein film til sjónvarpsrásina Discovery, ið mest snýr seg um indiánar á leiðini. Har á leiðini eru mangir smuglarar og vøran er mest drøgg. Teir sigla í smáum bátum langar teinar og tá teir koma at landi, søkkja teir bátarnar og svimja í land. Har fáa bátarnir so loyvi at liggja eina tíð, til onkur so tekur teir uppaftur.
Tim hevur skrivað mangar bøkur og so verður eisini hesaferð. Og sum so ofta, so er tað Tróndur, ið ger tekningarnar til bókina.
Samstarvið millum Trónd og Tim byrjaði í 1976, tá Tim kom á Havnina í skinnbátinum Brendan. Honum tørvaði ein mann. Helst ein fotograf. Men Tróndur fór við sum teknari og so hevði hann eisini tann fyrimun, at hann var førur fyri at útvega fríska føði úr havinum á ferðini.
Fyrimunurin við at hava ein teknara við, umframt myndatól, er, at ikki alt kann avmyndast við fototólinum, tí ein sleppur ikki útum sjálvan bátin, greiðir Tróndur frá og leggur afturat, at eisini er gamal siður knýttur at hesum við slíkum ferðum og tekning.
Síðani hava teir báðir Tim og Tróndur verið manga ævintýrferðina saman.Nevnast kunnu Sindbad ferðin, Jason ferðin, China Voyage og Spice Islands ferðin og í kjalarvørri Moby Dick
Mong keypa eisini ferðabøkurnar, sum eitt savn, og tá er eisini fyrimunur, at frásøgumaðurin og teknarin eru teir somu.
Tim, sum er sera áhugaður í, hvusu fólk hava klárað seg, og í burturgingnum skipum, hevur eisini áhuga í Føroyum, hóast mangar av ferðunum hava verið undir heitari himni.
Tim hevur spurt seg fyri hjá Tróndi, um ikki áhugaverdar søgur eru at fara eftir í Føroyum og Tróndur hevur játtandi greitt frá um burturgingin skip í Lítlu Dímun og í Saksun, men eisini t.d. við Íslands strendur.
Umframt at hava ferðahug, hevur listamaðurin Tróndur nógv jørn í eldinum. Hann hevur fleiri framsýningar í Danmark, hevur júst gjørt glasarbeiði í kirkju í Odense og talan er um verk til Dómkirkjuna í Newcastle og til floghavnina í Kastrup. Men hóast allar uppgávurnar, so tykist strongd ella viknandi ferðahugur ikki merkja mannin, tá hann greiðir frá um møguligar ferðir saman við Tim Severin í høvunum á okkara leiðum.
- Tað er einki at ivast í, at tað verður framtíðin, sigur Tróndur Patursson hugagóður, hóast bert ein lítil vika er gingin, síðani hann stevndi heimaftur av ferð í kjalarvørri Robinson Kruso.ini.
Samanumtikið er tí mangt sum bendir á, at eitt framhald av verandi skipan hevði verið ein fyrimunur fyri bæði Danmark og Føroyar.
Sjúkradagpengar og vanlukkutrygging
Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram óbroyttar.
Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan, at føroyingar, sum hava arbeitt í Grønlandi, og sum flyta haðani til Danmarkar, (eins og danir ið flyta øvugtan veg), ikki koma undir tryggingarreglarnar í nøkrum av teimum trimum ríkispørtunum.
Tí hava fyrisitingarnar Føroyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni.
Forsorgarhjálp
Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu undir verandi skipan føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Danmark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama í Føroyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Danmarkar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum.
Boligsikring
Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð, fær ein part av leiguni afturgoldna frá tí almenna) er er bert treytað av bústaði. Tí vera ongar broytingar á hesum øki.
Familjustyrkur
Verandi skipan hevði hildið fram.
Onnur viðurskifti viðvíkjandi almannaøkinum
Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleikar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar útreiðslur, sum standast av tí. Tí verða neyvan nakrar broytingar her, hóast tað bert er í sambandi við endurbúgving og nøkur serlig og sera smá brek-øki, at norðurlendskir sáttmálar eru, sum hava beinleiðis týdning.
Arbeiðsmarknaður
Tað er ein semja millum norðurlond um ein felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, har londini hava bundið seg til, at arbeiðstakarar frá øðrum norðurlendskum londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu lóggávu á einum ávísum øki. Slík undantøk kunnu sum útgangsstøði bert vera í sambandi við vinnu á økjum sum krevja serlig loyvisbrøv.
Tí kann eitt norðurland ikki krevja arbeiðs- ella uppihaldsloyvi frá ríkisborgarum úr øðrum norðurlendskum londum, og øll eiga rætt til eitt nú frítíðarløn.
Tað eru kortini øki, har tørvur er á serligum skipanum. Hetta ger seg fyrst og fremst galdandi viðvíkjandi skiparum. Verandi lóggáva í Danmark og í Føroyum setur sum krav, at skiparar eru danskir ríkisborgarar. Hetta er eitt vanligt krav í altjóða høpi, men til ber kortini at gera undantøk.
Eyðsæð er, at tað tænir bæði føroyskum og donskum áhugamálum, at báðir partar gera undantøk á hesum øki. Á fundinum millum stjórnina og landsstýrið tann 2. maj var tí eisini avrátt, at skal takast upp til viðgerðar.
Arbeiðsloysistrygging
Tann trupulleikin, sum verður umrøddur undir ?almannaviðurskifti? (sjúkradagpengar og vanlukkutrygging), ger seg eisini galdandi viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað hevði eisini her verið ein munandi bati í rættarstøðuni, um farið varð yvir til rættindi sum tey, ið eru í teirri norðurlendsku skipanini.
Sáttmálin millum danska Arbeiðsmálaráðið og Føroya Landsstýri um samskiping av arbeiðsloysistrygging virkar í grundregluni á sama hátt sum sáttmálarnir millum onnur norðurlendsk lond, men í verki er tann danski-føroyski sáttmálin meira liðiligur og ikki so bureaukratiskur:
Í norðurlendskum høpi er tað eitt krav, at ein skal hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið í tí landinum, ein er í, áðrenn ein kann tryggjast í hesum landinum. (Í Noregi skal ein t. d. fáa arbeiði innan 12 vikur, og ein skal hava arbeitt í minsta lagi átta vikur og hava forvunnið minst 28.000 kr. fyri at kunna koma við í ta norsku arbeiðsloysskipanina).
Í tí danska-føroyska sáttmálanum er tað soleiðis, at ein beinan vegin kann koma við í tað donsku tryggingina, tá flutt verður úr Føroyum til Danmarkar. Tó skal ein hava eitt prógv um, at ein hevur verið tryggjaður í teirri føroysku skipanini, og at ein í Føroyum hevur arbeitt í minsta lagið 2080 tímar innan tey síðstu trý árini.
Tá flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett.
Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbeiðsloysistryggingini ? eitt nú stuðul til farloyvi. Føroyingar hava kortini ikki rætt at vera við í donskum eftrilønarskipanum.
Harafturat er avtalað, at danskir arbeiðstakarar (hóast høvuðsregluna) kunnu velja at verða verandi tryggjaðir í Danmark meðan teir hava eitt fyribilsstarv í upp til seks mánaðir í Føroyum. (Hetta er serliga viðkomandi fyri serliga og høgt útbúna arbeiðsmegi). Ætlanin er at seta í verk eina líknandi skipan fyri føroyingar, sum hava fyribilsarbeiði í Danmark.
Hendan avtalan virkar á nøktandi hátt, bæði umsitingarliga og í mun til borgararnar.
Eftir donskum ynski skal avtalan skjótt endurskoðast, men ætlanin er ikki at fremja stórvegis broytingar. Málið hjá landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki.
Embætismenn
Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur embætismaður og ráðharri í stjórnini.
Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu.