At fleiri lond við Eystursjógvin ætla at útbyggja kjarnorkuna, fer at hótta útbyggingina av varandi orkukeldum. Fleiri lond fram við Eystursjónum hava ætlanir um stórar útbyggingar av kjarnorkuni. Hetta kann fáa avleiðingar fyri varandi orku, sum fær ilt við at kappast við tann bíligara streymin frá kjarnorkuverkum.
Tað sigur Anders Kofoed-Wiuff frá greiningarfyritøkuni Ea Energianalyse í eini frágreiðing, sum í hesum døgum verður viðgjørd í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Bara í Finlandi eru tríggir risastórir reaktorar upp á 5.100 MW á veg, og Litava ætlar at byggja 3.400 MW av kjarnorku, sum skal avloysa Ignalinaverkið, ið varð latið aftur í desember í fjør.
Samstundis ætlar Rusland at útbyggja kjarnorkuna í útnyrðingspartinum av landinum við einum ókendum tali av verkum. Póland ætlar at byggja eitt ella tvey kjarnorkuverk, og bæði Týskland og Svøríki hava slept sínum ætlanum um at beina fyri kjarnorkuni.
- Útbyggingin fer at fáa avleiðingar fyri partin av varandi orku í økinum, um allar hesar ætlanirnar gerast veruleiki.
Anders Kofoed-Wiuff sigur við blaðið Ingeniøren, at so nógv kjarnorka í skipanini fer at ávirka marknaðarprísirnar og fer at flyta fokus frá varandi orkukeldum sum eitt nú vindorku.
Elfelagið SEV ber eisini hesi tíðindi á síni heimasíðu.