Sosialurin hevur 22. apríl samrøðu við Vilhjálm Nielsen um kjarnorku í Føroyum og ein møguligan el-kaðal til Ísland. Satt er, at eitt kjarnorkuverk í Føroyum ikki er nøkur skilagóð loysn, og at orkuframleiðslan ikki kann skoðast sum grøn ella rein orka, tá serstakliga burturkastið er av slíkum slag, ið eingin vil hava nakað við at gera. At lata ovurhonds vandamikið burturkast til eftirkomarar at taka sær av má sigast at vera rættuliga frekt og heldur ómoralskt.
At føroyingar eru ov býttir til kjarnorku, sum yvirskriftin í Sosialinum vísir til, er nokk at taka munnin ov fullan. At vit ikki hava útbúgvið fólk og serkunnleika at reka eitt kjarnorkuverk er nokk meira rætt, men slíkan serkunnleika kunnu vit fáa, um tað er eitt ynski.
Sjálvandi skulu vit ikki hava kjarnorku í Føroyum – vit eru við at ganga undir í varandi orku, sum ein eldri verkfrøðingur tók til fyri tíð síðan. Spurningurin er einfaldur: Hvørjar varandi orkukeldur skulu vit troyta av teimum, sum verunliga hava ein mátt, ið vit kunnu gagnnýta tøkniliga og á búskaparligan skilagóðan hátt og samstundis tryggja umhvørvið, náttúruvirðini og tilfeingið fyri eftirtíðina.
Kaðal við back-up
Vilhjálmur Nielsen vísir, sum eisini er rætt, at ein íslandskaðal ikki vil tryggja okkum ravmagn í allar ævir, og at ein back-up skipan vil verða neyðugt at taka til um ella tá brek verður á kaðalinum. Ein kaðalverkætlan kann eisini hava ávirkan á tær útbyggingar av varandi orku, sum vit sjálvi kunnu fremja, og kann hetta hava við sær, at vit lata standa til og ikki leggja okkum eftir at gagnnýta egið tilfeingið.
Hetta man verða ein politiskur spurningur, tó at stórur saknur er í at vita, hvør leiðin verður, um vit framhaldandi skulu lata tað elektrifiseraða framtíðarsamfelagið upp í hendurnar á einum monopolstovni, ið við nýggjari leiðslu sær út til at halda somu stirvnu kós sum undanfarna stýrið.
Serstøk áhugamál
At SEV ikki er so áhugað í einum kaðali er skilligt, tí hví skulu vit so taka fleiri vøtn til vatnorku? Og sjálvt um óheft kanning av el-netinum gjørd av serfrøðingum á Risø hevur staðfest, at vit, sum er í dag, kunnu seta 8MW av vindorku upp, ið kann framleiða áleið tað sum Eiðisverkið framleiðir, so er SEV leiðslan so strongd og bebbarædd fyri vindinum, at Dong Energy og Dansk Energi mugu heintast til Føroyar fyri á almennum fundi at trutta niður í føroyingar, at netið ikki tolir meira vindorku enn tað, sum vit hava í løtuni. Strategiska arbeiðslagið til rættvísgeran av framhaldandi neyðtøku av náttúruvirðum er partvís at vísa, at vindorka ikki er nakað, vit kunnu gagnnýta og partvís at standa fyri sonevndari alduorkugranskingarverkætlan nevnd Seawave. Her verða ravmagnsgjøld hjá einstaka húsarhaldinum og vinnuni pumpað niður í sera kostnaðarmikla verkætlan, ið er roynd aðrar staðir og hevur víst seg tøkniliga meira enn ivasama, og ikki at kunna framleiða nevniverda orkunøgd enntá sera óstøðuga og bara einstakar vikur um árið.
SEV-Bitland samstarvið í SeaWave tænir opinbart tveimum góðum endamálum, annað at rættvísgera framhald av vatnorkuni og annað, at einstakir persónar kunnu ríka seg upp. Vatnorka gevur ikki nógva orku her í landinum, tí avfallsøkið er lítið, og tí hæddin er lág. Og Seawave tøknin er á ongan hátt nakað, sum føroyingar í framtíðini koma at brúka til nakað yvirhøvur.
Hvat er so til at taka, tá vatnorkan ikki kann nøkta tørvin í framtíðini, og Seawave er eitt stórt stunt-nummar í besta Bagger stíli?
Europa Super-Grid
Vilhjálmur Nielsen veit allarhelst, hvat hann tosar um, men átti at verið betur kunnaður um, hvat fyriferst uttan fyri landoddan. Europa verður sambart granskingarverkætlan umbiðin av týska umhvørvismálaráðnum í framtíðini bundið saman í ovurstórt ravmagnsnet, har megin orkukeldurnar verða vindur, sólorka, geotermisk orka, vatnorka, biogass, streymorka og alduorka. Vindorkan kemur at standa fyri megin orkuveitanini við myllum fram við vesturstrond av Europa og norðaru helvt av Afrika. Týdningarmikil orkuveitari verða termisk sólorkuverk í Norðurafrika, ið við dampturbinum koma at framleiða stóra ravmagnsnøgd í fyrsta flokki, tó at ójavnin vegna nátt og dag vil krevja back-up frá vatnorkuverkunum í Noreg, Eysturríki og Sveits. Annar týdningarmikil liður er geotermisk orka frá Turkínum, Grikkalandi, Italia og Spania, og so sjálvandi kaðal til Ísland har verandi vatnorka eisini verður ein liður saman við stórum vindorkuparkum á suðurlandinum. Ravmagnskaðalin millum Ísland og Europa verður verunleiki innan 2050, og kunnu vit tá binda okkara varandi orkuútbúna í netið. Støðuga sjóvarfallsorkan, vindorkan og ein til ta tíð vónandi vælvirkjandi alduorka, vilja verða okkara megin keldur, ið vilja framleiða allan tørv og møguliga við náttarsølu fyri eyga.
Samanumtikið verður kjanorkuverkið hjá Johan Dahl eitt pappírsverk, meðan vit kunnu gleðast um at kunna varðveita okkara vøkru vøtn og áir og fáa enn fleiri vindmyllur, sjóvarfallsturbinur og alduorkuverk – tá tað heppnast at finna eina tøkniliga og burðardygga alduorkuloysn – ið alt kann bindast í Ísland-Europa el-kaðalin.