Kjarnorkuverk á sjónum

Russar hava sett sær fyri at gera ein kjarnorkuverk á sjónum nærhendis býnum Arkhangelsk.

Ætlanin er í sjálvum sær ikki nýggj, men hevur verið útsett fleiri ferðir, tí pengar hava ikki verið til verkætlanina. At gongd nú er komin á kemst av, at Kina hevur játtað at fíggja hálva ella kanska alla verkætlanina, sum er mett at kosta 145 milliónir amerikanskar dollarar. Byggitíðin er mett til fimm ár. Kinverjar hava sjálvir áhuga í verkinum, tí eydnast tann russiaka verkætlanin, umhugsa kinverjar at fáa sær fleiri slík kjarnorkuverk.

Russar ætla at byggja kjarnorkuverkið á einari skipasmiðju, sum í mong ár bygdi kavbátar til sovjetska herflotan. Skipasmiðjan, sum eitur Sevmasj, bygdi millum annað kavbátin "Kursk", sum sakk í Barentshavinum fyri trimum árum síðani.