Kjartan fekk trý mál í stórsigri

Fyllingen Bergen vann stórsigur á Nøtterøy á útivølli í kvøld

At spæla á útivølli hevur langt frá altíð verið eydnan hjá Kjartani Johansen og liðfeløgunum í Fyllingen Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini, men í kvøld gekk uppá stás hjá strandinginum og liðfeløgunum.

 

Fyllingen Bergen vann stórsigur 39-23 á botnliðnum, Nøtterøy á útivølli. Í steðginum var Fyllingen Bergen á odda 17-10.

 

Kjartan Johansen skoraði trý mál fyri Fyllingen Bergen, og higartil hevur strandingurin skotið 46 mál í norsku kappingini.

 

Nú fara Kjartan Johansen og liðfelagarnir at gera klárt at ferðast til Rumenia, har Fyllingen Bergen skal spæla fyrru fjórðingsfinaluna í Challenge Cup ímóti rumenska liðnum, Turda. Tann dysturin verður spældur leygardagin klokkan 16.

 

Støðan í bestu norsku hondbóltsdeildini: 

 

1.Elverum221912713:59739
     
2.Drammen221516652:56631
     
3.Arendal221327658:59528
     
4.Halden221237679:62827
     
5.Haslum HK221057605:61725
     
6.Fyllingen Bergen221129670:64624
     
7.Bækkelaget221129642:62224
     
8.Kolstad229112587:60619
     
9.Falk229013569:60518
     
10.Bodø227213630:63916
     
11.Sandnes224018531:6728
     
12.Nøtterøy222119546:6895