FISKIVINNA
Nú áðrenn Bjørn Kalsø fiskimálaráðharri hevur sligið fast hvørt ársins dagatal í fiskidagaskipanini skal justerast ella ei, var ikki sørt av spenningi í luftini tá Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri ráðstevnu mikudagin 6. juli undir heitinum Fiskiskapurin komandi árini. Útvarpshøllin, við egnum streymgeneratori í hesum streykutíðum, varð tikin í nýtslu ístaðin fyri Norðurlandahúsið sum annars ætlað, og var væl pakkað við fólki úr fiskivinnuni, Fiskimálaráð-num og ymiskum stovnum og fyritøkum.
Meðan fleiri úr vinnuni óttaðust fyri at tiltakið skuldi kunna gerast til eina showcase fyri siðbundna fiskifrøði og harvið eitt hugsandi forum fyri øll heimsins veiðitálmandi tiltøk, so vísti tað seg at rákið heldur gekk hinvegin: ein væl unt fleingja til fiskifrøðingar fyri teirra umgang við óveruligum tølum, modererað við viður-kennandi virðing fyri tí góða og týðandi arbeiði somu frøðingar samstundis gera á ymiskum økjum. Men Fiskidaganevndin slapp heldur ikki heilt snikkaleys; hon hevði við sínum tilmæli, sum Henrik Old tók til, »fyri fyrstu ferð gjørt ein kardinal brølara.«
Júst hetta at Fiskidaganevndin í ár, á fyrsta sinni, ikki stóð saman úteftir um sítt tilmæli, hevur givið høvi til óró millum bæði reiðarar og útróðrarmenn. Fleiri hava kritiserað tilmælið og undrast yvir hví nevndin mælti til at skerja dagatalið hjá línuskipun-um. Eitt nú helt Anfinn Olsen, reiðari á Akrabergi, Høgabergi og Stapanum, tá vit tosaðu við hann í juni, at Fiskidaganevndin var rikin av leið við ársins tilmæli. »Hatta var skeivt av teimum at koma við,« segði Anfinn Olsen, ið verður rokn-aður sum ein av arkitektun-um aftan fyri fiskidagaskipanina frá 1996. »Hasar skerjingarnar við hasum grundgevingunum eru ikki í tráð við andan í fiskidagaskipanini; hatta minnir meira um eina ráðgeving fyri kvotur.«
Kritiskur Kjartan
Programmið fyri Fiskiskapin komandi árini byrjaði við at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, beyð øllum vælkomin og setti ráðstevnuna; síðani presenteraði Hjalti í Jákupstovu, stjóri Fiskirannsóknarstovunnar, føroysk veiðihagtøl yvir 100 ár; honum næstur greiddi Jákup Reinert frá tilmælinum hjá Fiskirannsóknarstovuni; næstur var Óli Samró við tilmælinum frá Fiskidaganevndini; so Kristin Rasmussen við framløguni Fiskiorkan á Landgrunninum og Føroya Banka; Petur Steingrund og Eilif Gaard greiddu síðani frá um gróður og fiskiskap; kanadiarin J. J. Maguire segði frá um Regluna um fyrivarni í fiskiskapi og vistfrøðilig atlit; Meinhard Jacobsen fyrilas um Hvørji krøv setir marknaðurin?, og at enda, áðrenn eitt panel orðaskifti, legði Kjartan Hoydal fram sítt innlegg, ið bar heitið Fiskidagaskipanin í 9 ár - hvat nú?
Var Kjartan Hoydal kritiskur móti tilmælinum frá Fiskidaganevndini um at skera í fiskidøgunum hjá línuskipunum, so var hann minst líka atfinningarsamur móti tí ráðgeving sum føroyskir myndugleikar hava fingið og framvegis fáa frá fiskifrøðingunum hjá ICES og Fiskirannsókn-arstovuni.
»Ráðgevingin hóskar ikki til fiskidagaskipanina,« segði Kjartan Hoydal. Fyrrverandi fiskivinnustjóri hjá Føroya Landsstýri og roknaður millum teirra ið vóru við til skapa ta føroysku fiskidagaskipanina, er Kjartan Hoydal vanur fiskivinnu fyrisiting; hann er skrivari í millumtjóða felagsskapinum NEAFC (North East Atlantic Fisheries Commission), umframt fyrrverandi forseti í NAFO (Nothwest Atlantic Fisheries Organization) og fyrrverandi formaður í NAMMCO (North Atlantic Marine Mammals Commission). Útbúgvin innan lívfrøði og havvistfrøði, gav hann ráðgevingini hjá fiskifrøðingunum ein lemjandi kritikk.
»Stovnsmetingar vísa seg altíð at vera skeivar í mun til bæði nútíðina og framtíðina,« segði Kjartan Hoydal og vísti við hjálp av hagtølum á historikk yvir veiðina og ósamsvarið við stovnsmetingar sum hava verið brúktar í ráðgevingini hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni. »Stovnsmetingar kunnu ikki brúkast sum metoda til at stilla upp á veiðitrýstið,« konstateraði hann og vísti á at fiskidagaskipanin ikki er ein kvotaskipan.
Við adressu til Meinhard Jacobsen, sum óbeinleiðis bendi á at føroyingar ikki hava nakra veruliga skipan fyri stýring av fiskivinnuni, meinti Kjartan Hoydal at fiskidagaskipanin við øllum teimum amboðum ið eru tengd at henni, er at rokna sum ein tann besta í øllum heiminum. Men, legði hann afturat, tær upprunaligu útrokningarnar fyri teir ymisku skipabólk-arnar mugu gerast umaftur, so skipanin samsvarar betur við broytingar sum síðani 1996 eru hendar í flotanum.
Hinvegin hevur ráðgevingin hjá ICES og Fiski-rannróknarstovuni ongantíð verið lagað eftir fiskidaga-skipanini og teimum fyri-treytum ið eru serligar fyri Føroyar, legði hann afturat. »Ráðgevingin hevur als ikki tikið støði í fiskidagaskipani og her skjóti eg upp at Landsstýrið biðjur um eina aðra ráðgeving frá ICES, eina ráðgeving ið júst byggir á fiskidaga-skipanina.«
Eitt annað Kjartan Hoydal fannst at var tann ósakligi katastrofu stemningur sum verður blástur upp viðhvørt tá fiskidagar eru til viðgerðar. Hann helt eisini at tá ið tilmæli verða gjørd við støði í stovnsmetingum, so eigur tann stóri óvissu tátturin at framganga meira týðiliga. »Eg skilji ikki hendan katastrofu stemningin sum kemur upp tá tilmælini skulu gerast,« segði hann, og legði afturat: »Man ger for lítið burtur úr óvissu faktorinum.«
Tekur tíð
Undir orðaskiftinum aftan á innleggini undraði búskaparfrøðingurin Zvonko Mrdalo seg yvir at eingin fiskimaður sat í panelinum. Sjálvur arbeiðir hann á Hagstovuni men hevur umleið 10 ára royndir frá arbeiði í fiskivinnuni á sjógvi og landi. Við ávísing til tann stóra týdningin fiskivinnan hevur fyri tað føroyska samfelagið meðan tey tilmæli sum fiskifrøð-ingar og onnur geva politikarunum hava stóra búskaparliga og sosiala ávirkan, legði Zvonko Mrdalo dent á at Føroyar hava ongan marginal til at arbeiða út frá skeivum ella ivasomum hagtølum.
»Í Stóra Bretlandi ella Danmark hevur fiskivinnan ikki so stóran relativan týdning fyri búskapin sum hon hevur í Føroyum,« segði Zvonko Mrdalo. »Tey londini hava onnur bein at standa á búskaparliga og kunnu altíð kompensera fyri møguligari niðurgongd í fiskivinnuni. Tílíkt hava Føroyar ikki marginal til, tí hjá okkum er fiskivinnan høvuðs motorurin, og ein ein høvuðsmotor má ikki steðga.«
Við einari viðmerking sum kom aftan á at fleiri fiskimenn høvdu úttalað seg og givið fiskifrøðingum rætt í at gróðurin í sjónum saman við streymi og øðrum viðurskiftum í nátúruni, er sera avgerandi fyri fiskaríið, segði Zvonko Mrdalo: »Eg haldi tað er løgið at eingin fiskimaður situr í panelinum her. Hetta er hóast alt teirra arbeiðsøki og teir hava eina holla vitan um evnið.«
Samanum tikið tóktust luttakarar at vera nøgdir við ráðstevnuna, sum kanska eisini eydnaðist at fáa ein konstruktivan dialog í gongd millum vinnuna, vísindafólkini, burokratarnar og politikararnar.
Bjørn Kalsø fiskimálaráðharri frøddist um tað breiða orðaskiftið og ymiskt av tí sum kom fram. Tað sama gjørdu fleiri onnur, millum annað Jørgen Niclasen, fyrrverandi fiskimálaráðharri. »Hetta var nógv betri enn eg hevði væntað,« viðmerkti hann undir einum kaffisteðgi. »Endiliga kemur hetta fram sum vit hava jabbað um í langar tíðir, millum annað tað at gróðurin hevur ein nógv størri týdning enn fiskifrøðingar fyrr vildu viðganga.«
Olaf Olsen frøddist um at fiskifrøðingar og onnur eru farin at vísa øðrum enn sjálvari veiðini ans sum týðandi partar av frágreiðingi til at fiskastovnar broytast. Hann vísti millum annað á at í Kanada verður tosað um eina nógv hægri fiskadeyðiligheit av náttúrunnar hond, enn hvat eitt nú norðmenn higartil hava vilja viðgingið: Í Norra verður tvíhildið um at tann natúrliga deyðiligheits ratan er í miðal 20 prosent, meðan kanningar í Kanada staðfesta ratan kann liggja nógv hægri, til og við oman fyri 40 prosent. Hesum mátti J.J. Maguire eisini geva Olaf Olsen rætt í; hann vísti samstundis á óvissu faktorar so sum kóp og alt tað hann etur. »Nógv av hesum hevur verið sera áhugavert at hoyra,« viðmerkti Olaf Olsen.
At enda vísti Hjalti í Jákupstovu á at tað krevur langa tíð fyri vísindini, kanska serliga í Føroyum við okkara smáu resursum, at arbeiða upp eitt nøktandi umfang av granskaðum evnum og at etablera teir samanhangir sum ynskiligt er. »Vit arbeiða við at fáa allar hesar tættirnar inn,« segði hann. »Tað tekur bara so nógva tíð at byggja tað upp.«