Kjósin rør í flokki fyri seg

5-mannafør gentur 17-18: Sigurin var tann mest sannførandi higartil í dag

Í fleiri kappingum fyrr í dag hevur gongdin verið, at sigrarnir ikki hava verið heilt so sannførandi, sum teir hava verið fyrr í summar, hóast vinnararnir hava verið teir somu.

 

Í kappingini millum 17-18 ára gamlar gentur var tað øðrvísi. Kjósin vann fyri fimtu ferð í ár, og Kjósin úr Kollafirði er av álvara á FM kós. Sigurin í dag var so sera sannførandi, og fram ímóti málinum øktist munurin, so hann at enda var næstan ellivu sekund.

 

Higartil í summar hevur Spógvin av Glyvrum verið bestur í kappingini um næstfremsta plássið. Í dag tók Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag Spógvan. Munurin teirra millum var meiri enn ein bátslongd.

 

Alt bendir á, at tað verður á vestanstevnu, at Kjósin fer at tryggja sær FM heitið. Kjósin hevur fult stigatal – 35 – og á næstu plássunum eru Spógvin við 28 stigum og Títlingur við 27 stigum.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo