Klæði til Knørr í trý ár

Sportmaster í Havn og Róðrarfelagið Knørrur hava gjørt avtalu um, Sportmaster komandi trý árini er klædnastuðul hjá kappróðrarfelagnum

Kappróður

 

Talan er um fyrstu sponsoravtaluna, sum Sportmaster hevur gjørt við kappróðrarfelag. Og í kappróðrarfelagnum fegnast tey um avtaluna.

- Tað ger sjálvandi tað, at vit koma at hava ein sterkari felags samleika. Nú verður tað so, at allar manningarnar hava sama búna, og tað ger, at vit í størri mun tykjast sum ein eind úteftir, sigur Sjúrður Gullbein, sum er skrivari í felagnum.

- Og so eru vit sjálvandi ikki øðrvísi enn so nógv onnur feløg. Tað, at vit nú hava gjørt klædnaavtalu fyri næstu trý árini, ger sjálvandi eisini, at vit í felagnum hava tann partin minni at hugsa um. Og alt annað líka ger tað jú eisini raksturin av felagnum lættari, sigur Sjúrður Gullbein.