Stríðsmaðurin og legendan hjá B36, Klæmint Matras valdi at gevast við fótbólti á hægsta støði fyrr í ár.
Hetta var aftaná dramatiska Champions League undankappingardystin ímóti norðurírska liðnum, Linfield FC. Ein dystur B36 tapti aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping, har Klæmint óeydnutíð rakti yvirleggjaran í brotssparkskappingini.
Klæmint Matras hevur fingið tilboð at spæla við øðrum feløgum, men hann vil ikki spæla við øðrum liðum enn B36: - Tá hevði hjartað ikki verið við, og tí vil eg ikki fara í annað felag at spæla fótbólt, staðfesti Klæmint Matras í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun.
Klæmint Matras er sera fegin um, at hann bleiv heiðraður á ársveitsluni hjá B36 tann 20. oktober, og soleiðis fekk sett eitt flott punktum.
Tað ber til at hoyra prátið við Klæmint Matras undir greinini.