Eitt av mongu evnunum til landsliðið er B36-stríðsmaðurin, Klæmint Matras. Klæmint varð úttikin til dystin ímóti Slovenia seinasta heyst, og var eisini við á venjingarleguni á Kypern fyrr í vár. Eftir at landsliðið til dystin ímóti Liktenstein er úttikið, var navnið hjá B36-miðvallaranum ikki á listanum.
Spurdur um hann var vónbrotin, svaraði Klæmint, at tað var hann als ikki, tí hann aldrin rættiliga hevur verið í landsliðshitanum, og at tað eru nógvir góðir spælarar um boðið á miðvøllinum, og tí var hann als ikki vónsvikin at ikki vera úttikin hesaferð.
Fyri at vinna sær pláss á miðvøllinum á landsliðnum, má Klæmint kappast við so royndar leikarar sum Fróða Benjaminsen, Sámal Joensen og Julian Johnsson, sum í fleiri ár hava verið fastir fúsir á landsliðnum.
Klæmint vísir eisini á, at hann hevur nógv darvaður av skaðum í ár, og kappingarárið í ár hevur ikki hilnast eins væl og tað í fjør, og tí hevði hann ikki væntað at verið úttikin til landsdystin ímóti Liktinstein.