Klæmint takkar fyri seg

Hann takkaði í eystur og vestur, nú tunnilin um Vestmannasund lat upp. Helst takkar hann eisini fyri seg sum formaður fyri Vágatunnilin, nú verkætlanin er liðug. Hann sigur seg hava harða húð, men viðgongur í somu vending, at tað hevur staðið á sær persónliga

VÁGATUNNILIN
Ingi Rasmussen

Tá tú stendur í fremstu røð, so verður tú ikki spardur.
Soleiðis sigur Klæmint Weihe, nú Vágatunnilin loksins stendur koyribúgvin. Hann hevur sum formaður í nevndini fyri Vágatunnilin havt høvuðsábyrgdina fyri stóru verkætlanini at sprongja føroyingum farleið undir Vestmannasund. Hann hevur eisini verið ein nógv umrøddur persónur í sambandi við tunnilsarbeiðið, og eitt nú hevur spurnartekn verið sett við hansara gegni, tí hann eisini er stjóri í SEV.

Illa viðfarin
Tað hevur staðið nógv á persónliga, viðgongur Klæmint Weihe.
? Eg haldi, at mín persónur hevur verið nokk so illa viðfarin. Men eg havi harða húð, so tað skal eg nokk klára. Tá tú torir at taka stórar uppgávur á teg, mást tú eisini tola eitt sindur, men eg havi stundum saknað sakligheit, tá mín persónur er viðgjørdur alment, sigur Klæmint Weihe við Sosialin.
Ákoyringarnar førdu til stríð innanhýsis í SEV, og alt endaði við, at Klæmint Weihe mátti víkja sessin í næstu stóru verkætlanini undir sjónum, Norðoyatunlinum.
Sosialurin skilir, at ein partur av semjuni millum stjóran, stýrið og umboðsráðið í SEV var, at hann eisini skuldi fara úr formanssessinum í Vágatunlinum, tá hann alment lat upp. Klæmint Weihe viðgongur, at hann umhugsar at leggja frá sær.
? Tankin er ikki fremmandur, og eg havi biðið um eitt prát við Bjarna Djurholm landsstýrismann um málið, men eg havi ikki endaliga tikið avgerðina. Eg kundi hugsað mær at fingið Vágatunnilin heilt lidnan fyrst, og har eru nakrir snøklar eftir enn. Innanhýsis í SEV er ongin trupulleiki, havi eg skilt, sigur Klæmint Weihe.

Kontantur prísur
Á degnum, tá Vágatunnilin lat upp, hevði hann bara tað besta at bera øllum og takkaði í eystur og vestur. Hann takkaði Landsverkfrøðinginum, politikarum, arbeiðstakarum og ikki minst stjóranum fyri Vágatunnilin, Dávid Reinert Hansen, sum hann segði hava gjørt eitt stórarbeiði fyri at fáa alt at glíða so smidliga.
Teir báðir komu í eitt satt ódnarveður, tá teir kunngjørdu prísirnar fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin. Fólk hildu, at 250 krónur fyri báðar vegir var alt ov høgt sett, og seinni boygdi nevndin seg eftir hart trýst frá almenningi og politikarum.
? Vit høvdu ikki roknað við so kontantari reaktión. Nýggj tøl fyri, hvussu nógv ferðast um sundið, góvu okkum høvi til at endurskoða prísirnar, og nýggju prísirnir hava fingið nógv betri móttøku. So mugu vit vóna, at fólk fara at gera sítt til at vísa, at tølini fara at halda, sigur Klæmint Weihe.
Hann kann bara staðfesta, at stórur áhugi er fyri nógv umrødda kubbanum, sum gevur stóran avsláttur. Serliga teir við 40 túrum ganga sum heitt breyð.

Væl nøgdur
Klæmint Weihe er sjálvur ættaður úr Vágunum, og nú tunnilin er latin upp, minnist hann afturá gamlar dagar, tá hann koyrdi eftir tí smala vegnum oman á Fútaklett. Hann minnist manga baldruta ferð til Havnar, og tá hjálpsomu ferjumenninir turkaðu spýggjuna upp.
? Tað er alt søga. Tað, sum fyrr tók eina heilan dag, tekur nú 40 minuttir, og tað gevur stórar møguleikar mentanarliga, vinnuliga og sosialt. Persónliga gleði eg meg til at vitja oftari aftur á røturnar, sigur Klæmint Weihe.
Hann heldur seg og øll onnur, sum hava stríðst fyri verkætlanini, hava alla orsøk er vera errin.
? Vit vórðu liðug væl áðrenn tíðina, og tað er sjáldan upplivað í Føroyum. Pengarnir passaðu eisini rættiliga væl, so vit hava góðar grundir at vera nøgd, sigur Klæmint Weihe.