Klára ikki stórt hall í fleiri ár

Hóast føroyski búskapurin ikki er illa fyri, og glottar eru at hóma, eiga vit at ansa okkum. Landið má sum nú er læna til at fíggja hall við, og tað heldur ikki leingi, metir landsbankastjórin Sigurd Poulsen

Landsbúskapur

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Í gjár kom Landsbanki Føroya við hálvárligu búskaparmetingini, har mett verður um útlitini fyri 2009 og 2010.

Í síni heild er metingin ikki so dapur, sum ein kundi væntað, men í staðin verður ein lítil búskaparvøkstur á millum eitt og seks prosent væntaður. Men hóast búskaparvøkstur er í væntu, eru nakrir trupulleikar, sum víst verður á í metingini, og serliga er tað stóra hallið hjá landinum, ið víst verður á.

At stórt hall er á fíggjarlógini fyri 2009 er eingin loyna. Roknað verður við, at tá alt er talt við, verður hallið um 800 milliónir krónur, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 verður lagt upp til eitt hall á 767 milliónir krónur.

Orsøkin til stóra hallið er í stóran mun tengd at tveimum faktorum. Inntøkurnar hjá landskassanum stava í høvuðsheitum frá tveimum postum, beinleiðis skattainntøkum og óbeinleiðis skattainntøkum, sum er avgjøld og annað.



Privata nýtslan

Seinasta árið er treystið hjá teimum privatu húsarhaldunum minkað stórliga, og hava privatu húsarhaldini lagt um frá at keypa inn í stórum, til at gjalda niður skuld og leggja til síðis.

- Húsarhaldini hava reagerað upp á ein hvøkk, sum tey fingu av fíggjarkreppuni, og tí síggja vit hetta mynstrið, at fólk velja at leggja til síðis, heldur enn at keypa, sannar Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbankanum.

Skattainntøkurnar hjá Landinum eru ikki minkaðar ógvusliga, og tí skal fressurin ikki finnast har. Hinvegin verður mett, at privata nýtslan minkar 10 prosent í 2009, og vísa tølini eisini, at inntøkurnar hjá landinum frá avgjøldum og øðrum, sum leysliga mett stendur fyri 40 prosentum av inntøkum landskassans, eru minkaðar ógvusliga seinasta árið.



Almennu útreiðslurnar

Í uppgangstíðini frá 2004 til 2008, tá stórur framburður var í samfelagnum, valdi ABC-landsstýrið at umskipa skatta- og avgjaldspolitikkin. Skattalættar vóru givnir, meðan størri partur av inntøkunum stavaðu frá avgjøldum.

Privata nýtslan vaks ógvusliga hesi árini, og gjørdi hetta, at landið fekk sera stórar inntøkur av avgjøldum.

Fíggjarkreppan ávirkaði tó húsarhaldini soleiðis, at tey minkaðu munandi um nýtsluna og øktu um uppsparingina, orsakað av at útlitini frameftir gjørdust meira óviss, virðið á og frívirðið í sethúsum fall, umframt at atgongdin til fígging av nýtslu og íløgum versnaði munandi í mun til undanfarin ár.

Harafturat eru almennu útreiðslurnar øktar stórliga seinnu árini, tá stórur búskaparvøkstur var, og inntøkurnar vóru stórar.

- Tann generelli trupulleikin er, at útreiðslurnar eru vaksnar munandi, meðan inntøkurnar eru minkaðar, millum annað við politiskum tiltøkum, og tað hongur jú ikki saman, sigur landsbankastjórin, Sigurd Poulsen.

Harafturat sigur Sigurd Poulsen, at privata nýtslan ikki er rapað í botn, men heldur er komin niður á eitt meira »normalt« støði.

Landsbankin metir í búskaparmetingini, at privata nýtslan fer at vaksa við 2 – 3 prosentum aftur í 2010, og at privatu húsarhaldini nú eru minni dapurskygd, enn tey vóru við ársbyrjan í 2009, og at tey tí ikki fara at minka nýtsluna enn meira.


Mugu lána til hallið

Eftir stendur eitt alment hall á millum 700 og 800 milliónir krónur komandi árini, og sambært Landsbankanum er tað her, at setast má inn.

Gjaldførið hjá landskassanum í landsbankanum er í september 2.483 milliónir krónur. Hetta er eftir at Landsstýrið tók 1,8 milliard í láni tann 11. Juni 2009. Av hesum blivu 619 milliónir nýttar til afturrindan av skuld, og tann 24. November í ár skulu 654 milliónir afturat fíggjast við láni. Eftir hetta eru sostatt umleið 1.800 milliónir eftir í landskassanum.

Hetta er bert 100 milliónir krónur omanfyri tað, sum er lógarkravt at landsstýrið skal eiga inni. Men hvussu verða so hallini í ár á um 800 milliónir krónur og komandi ár á 767 milliónir krónur fíggjast?

- Landið hevur, sum nú er, lænt 500 milliónir til at gjalda hallið við. Men tað vísir seg ikki at vera nokk. Tí má landið út at læna enn meira, og aftur til komandi ár, sigur Sigurd Poulsen.



Klára ikki fleiri ár

Í búskaparmetingini sæst, at landið í 2009 fer at hava um 700 milliónir krónur í nettoogn, meðan vit í 2010 fara at koma niður á eina nettoskuld á 8 milliónir krónur. Tað vil siga, at landið skyldar meira, enn tað eigur.

Men hettar er ikki ein trupulleiki sambært Sigurd Poulsen, landsbankastjóra.

- Nettoskuldin hjá landinum er ikki stór, so tað er eingin trupulleiki at læna eitt sindur. Hinvegin, so eru hallini somikið stór, at tað verða ikki í nógv ár, at vit klára at lána til at gjalda hall við, sigur Sigurd Poulsen.

Ein annar møguleiki, sum hevur verið nýttur fyrr, tá gjaldførið landskassans frá desember 2006 til august 2007 lá undir tí lógarkravda, er at privatisera. Tá vóru tveir triðingar av Føroya Banka privatiseraðir, og ein triðingur av Atlantsflogi, og gav hetta landskassanum fitt av inntøkum, soleiðis at gjaldførið aftur kom upp um tað lógarkravda.

- Tað er eisini ein møguleiki. Treytin er tó bara, at landið fær nakað fyri tað, sum skal privatiserast, og tað er kanska ikki tað lættasta í hesum døgum, sannar Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.