J.F.K. Trol í Klaksvík er eitt av feløgunum, sum hevur stóran á huga í kvotunum í Barentshavinum við tað, at tey hava flakatrolararnar Skálaberg og Sundaberg.
Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á sjálvan reiðaran, Hanus Hansen.
Men á J.F.K. Trol sigur Jákup Sólstein, sum eisini er formaður í Føroya Reiðarafelag, at tað sær ógvuliga dapurt út, um tað, sum ráðgevandi nevndin hjá ICES sigur, verður tikið 100% til eftirtektar. Sjálvur ivast hann ikki í, at talan verður um ein munandi niðurskurð í botnfiskakvotuni í Barentshavinum.
Men hann væntar ikki, at kvotan verður skorin so nógv, sum ICES, sigur skal til, fyri at byggja stovnin skjótt uppaftur.
Noreg og Russland hava sett sær fyri, at gýtingarstovnurin av toski í Barentsavinum ongantíð skal fara niður um 500.000 tons.
Men ICES metir hann bara til 250.000-300.000 tons.
Skal gýtingarstovnurin byggjast upp aftur á 500.000 tons uppá eitt ár, kunnu ikki meiri enn 110.000 tons fiskast næsta ár - í mesta lagi.
Men skal menningin drýggjast yvir trý ár, kunnu 260.000 tons av toski fiskast í Barentshavinum komandi ár. Í ár er kvotan 480.000 tons.
Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at hann hevði varhugan av, at støðan var vánalig. Men at tað var so ringt, grunaði hann kortini ikki.
Hann sigur, at hann væntar ikki, at niðurskurðurin verður so stórur, sum ICES nevnir sum ringasta føri.
?Men hann ivast ikki í, at niðurskurðurin verður stórur. Og tað fær álvarsligar avleiðingar fyri teir føroysku flakatrolararnar, tí kvotan, sum teir hava er avgjørt á minstamarkinum, sum er.
Í ár er botnfiskakvotan hjá føroyingum í Barentshavinum 15.000 tons, og tey eru býtt sundur ímillum teir fimm trolararnar, Skálaberg, Sundaberg, Enniberg, Vesturvón og Akraberg.
? Kvotan kann ikki verða minni. So verður hon skerd, fara teir avgjørt ikki at klára seg. Tí hóast kvotan í ár er á minstamarkinum, hevur prísurin verið so avbera góður, at tað er ikki væntandi, at hann fer uppaftur komandi ár Tvs, at verður kvotan skerd - og verður hon enntá skorin so nógv, sum útlit eru- verður neyðugt at skipini sleppa at fiska okkurt annað fyri at fáa rakstur í.
Men hvørjir møguleikarnir kunnu vera, veit hann ikki.
Nú er tað ein spurningur um politiskar samráðingar ímillum Noreg og Russland, sum gera av, hvussu stórar kvoturnar verða.
Annars heldur hann, at føroyingar hava ein trumf, og tað er svartkjafturin.
? Russarar hava stóran áhuga í okkara svartkjafti, men hava teir onki at lata afturfyri, kunnu teir heldur ikki vænta nakað serligt frá okkum.
So alt í alt er tað eisini ein samráðingarspurningur ímillum Russland og Føroyar, sum verður avgerandi fyri, hvussu støðan verður í Barentshavinum.
Norðmenn eru mangan skuldsettir fyri at lækka føroyskar kvotur prosentvís, tá í heildarkvotan lækkar, men tað hevur gingið meiri strilti at hækka hana aftur.
Men tað heldur Jákup Sólstein hevur rættað seg nú, so akkurat tí stúrir hann ikki so illa fyri verður langtíðaravleiðingin av eini kvotalækking nú.