Klárar til mikukvøldið: VÍF og Kyndil fínpussaðu finaluformin

Bæði VÍF og Kyndil vunnu knúsandi stórsigrar í seinastu dystunum áðrenn FM-finalurnar

Kyndil - StÍf 14-36 (6-18)

VÍF - Neistin 29-37 (18-8)

Seinasta vikuskiftið gjørdist greitt at ársins FM-finalur hjá kvinnum aftur verða ímillum VÍF og Kyndil.

Tí var seinasta umfarið í grundspælinum av SMS-deildini bert ein avgreiðsluspurningur, og hann avgreiddu finaluliðini á besta hátt.

 

Á Skála spældi Kyndil ímóti botnliðnum, StÍF, og tað fór ikki at eydnast strandakvinnum at leypa hvøkk á gestirnar.

Eftir heili 6-18 í hálvleikinum vann Kyndil knúsandi sigur við úrslitinum 14-36, og sendi boð til vestmannakvinnur um at kyndilsmaskinan er væl smurd.

Hesi boðini sendi VÍF beint aftur, tí í Vestmanna var eins stórur málhýrur á finalistum. Eftir 18-8 í hálvleikinum vann VÍF 37-29 á Neistanum. Í óvanliga málríka seinna hálvleikinum skoraði Neistin 21 ferðir ímóti 19, og VÍF mann ætla sær eina nakað betri verju mikukvøldið, tá ið fyrsta FM-finalan er á skránni.

 

Men undir øllum umstøðum tykjast tað at vera tvey øgilig álop, ið fara undir finalurnar mikukvøldið klokkan 20.00 í Høllini á Hálsi