Klárir favorittar

Hetta vikuskiftið í meistaradeildini hjá kvinnum er neyvan eitt av teimum, har fólk fara at sita fjálturstungin av berum spenningi og bíta negl. Til hetta eru liðini ov ójøvn, og í flestu førum er talan helst bert um avgreiðsluspurningar

KÍF spælir sítt fyrsta ár í meistaradeildini, og hóast tær hava ment seg nógv í ár, so er trupult at síggja hvussu tær skulu kunna gera nakað við verandi føroyameistararnar av Tvøroyri. Í Kollafirði rokna tey neyvan við tí heldur, men fara at gera tað so frægt sum gjørligt og fáa sær meira royndir at spæla í bestu deildini, sum tær so kunnu brúka seinri í árinum, tá uppgávurnar verða meira fyrikomandi; serliga móti Fleyr og Drátti.
Hjá TB er umráðandi ikki at missa stig í tílíkum dysti, skulu tær endurvinna meistaraheitið; serliga nú tað tykist sum um at tær hava fingið eitt "ÍF-kompleks". Men alt annað enn ein sigur til TB tykist sera óveruligt

Fleyr - ÍF
Hóast Fleyr vann eitt sindur óvæntað á Drátti í seinasta umfari av landskappingini og formkurvan tykist ganga uppeftir, so er ÍF ikki hvør sum helst at koma í holt við.
ÍF liggur ovast á stigatalvuni og vann um vikuskiftið Mjølnirkappingina, so eisini her má tað metast sum sera óvæntað, skuldi ÍF ikki vunnið.

Dráttur - Mjølnir
Hjá Drátti hevur gingið eitt sidur upp og niður í ár, men í seinastuni hevur tað ikki gingið so væl, og tá Dráttur tveir dagar fyri jólaaftan tapti fyri Fleyr, sá út til at vera komið á botn.
Eftir tí at døma, so verður helst sera trupult at fáa nakað burturúr móti Mjølni, sum liggur sum nummar tvey á stigatalvuni, eitt stig eftir oddaliðið ÍF.
Men hinvegin hava tær úr Drátti kortini prógvað meira enn einaferð í ár, at tær gott kunnu bíta frá sær. T.d vunnu tær annan dystin móti ÍF og taptu hin 3-2, so tær hava tenn, men um tær eru nóg sterkar til at gera nakað við Mjølnir, er kortini sera ivasamt.