Klárt til stóra brakið

Fyrireikingarnar til Ólavsøkukonsertina verða gjørdar í góðveðri. Konsertin, sum varðar í átta tímar, byrjar klokkan átta í kvøld. Seinnapartin hava ljóðroyndir verið á pallinum í Tórsgøtu, har Ólavsøkukonsertin verður hildin í ár.

 

Konsertin byrjar klokkan átta, tá ið Crawling Blue fer á pallin. Síðani fara Jens Marni Hansen, The Ghost, Bet You Are William, Guðrið Hansdóttir, Dúné og Páll Finnur Páll at spæla.

 

Eisini verða framførslur í Reinsarínum, og í Perluni verður Undirbeat.

 

Ólavsøkukonsertin varð til klokkan fýra mikumorgunin.