Seinastu dagarnar hava Óli Zachariassen, familja hansara og hjálparfólk sligið og ballað gras á lendinum millum kirkjugarðin og fótbóltsvøllin í Gøtu.
Tað er her, at stóra tjaldingarøkið verður, nú G! Festivalurin fer at byrja. Hetta er eitt lendi á umleið 18.000 fermetrar, har pláss er fyri umleið 1500 tjøldum.
Óli Zachariassen sigur, at tað hava verið hugnaligir dagar, nú bøurin er sligin, og grasið er ballað. Familja og hjálparfólk hava verið í bønum, og øll hava tikið eina hond í.
- Hetta er góður bøur, og í longri tíð hevur tað verið rættiliga turt. So, hetta verður eitt sera vælegnað tjaldingarpláss, nú G! Festivalurin stundar til.
Óli Zachariassen sigur, at hann hevur fingið umleið 300 ballur við grasi burtur úr, og hann fegnast um, at hetta arbeiði hevur gingið so væl.
Klokkan 17 í dag letur tjaldingarplássið í Gøtu upp, og eigarin av lendinum sigur, at fólk skulu vera hjartaliga vælkomin til Gøtu.