Klædnavirki smeltar plast úr havinum til regnklæði

Felagið Melton í Vejen í Danmark ger regnklæði til børn av plastikkfløskum, sum eru tiknar úr sjónum.

Felagið Melton í Vejen í Danmark ger regnklæði til børn av plastikkfløskum, sum eru tiknar úr sjónum.

 

Stórar oyggjar av plastikkfløskum, súgvirørum og innkeypsposum flóta kringum í havinum.

 

Tað vil barnaklædnaframleiðarin Melton í Vejen gera naka við – ein regnjakka í senn.

 

Til várs byrjar framleiðslan hjá teimum av regnklæðum til børn sum eru gjørd úr teimum milliónum plastikkflsøkunum, sum enda í heimshøvunum.

 

Tað skrivar DR Syd.

 

Stjórin í Melton, Helle Ghodt, heldur ikki, at vandin við plastikkdálkingin kann skúgvast til viks longur.

 

– Tað er ræðuligt at síggja. Tí hava vit spurt okkum sjálvi, hvussu vit kunnu vera við til at brúka plastikkið í øðrum samanhangi, sigur hon við DR Syd.

 

Hvørt ár enda umleið átta milliónir tons plastikk í heimshøvunum, og samstundis økist nýtjan av klæðum.

 

Mótavinnan metir, at vit í 2030 fara at keypa 60 prosent meira klæði og skógvar, enn vit gjørdu í 2015.

 

– Sum framleiðari av barnaklæðum hava vit eina ábyrgd. Tað eru børnini, sum skulu taka yvir heimin eftir okkum. Tí skulu vit vera umhvørvistilvitað, sigur stjórin.

 

Hjá Danmarks Naturfredningsforening fegnast tey um, at tað ber til at brúka nakað av tí plasti, sum liggur í havinum, til nýggja framleiðsu. Felagið vónar, at slíkar verkætlanir kunnu gera sítt til, at tað verðu savnað meira plast úr havinum.

 

– Vit geva ruskinum eitt virði og gera tað til eitt tilfeingi. Tann tankin er góður, sigur Sine Beuse Fauerby, sum er orku- og umhvørvispolitiksur ráðgevi hjá Danmark Naturfredningsforening.

 

Men hon sigur eisini, at tað kann vera ein vandi í hesum sambandi við at brúka plastikk til klæði.

 

Feløgini skulu millum annað tryggja sær, at tað til dømis ikki verður skolað mikroplast út í umhvørvið, tá klæðini verða vaskað, sum vit fyrr hava upplivað við fleeceklæðum.

 

Harumframt kann plastikk úr havinum hava í sær óynskt evni. So tað setir krøv til teirra, sum gera plastið um til aðra framleiðslu, greiðir Sine Beuse Fauerby DR Syd frá.

 

Melton sá handilsmøguleikar í at brúka plastikkfløskurinar úr havinum til regnklæði, tí framleiðslan av plastikkregnklæðum er bæði bíligari og meira umhvøvisvinarlig fyri felagið.

 

Sambært stjóranum verður brúkt umleið 80 prosent minni orka til at gera regnklæði úr endurnýtsluplasti í staðin fyri siðbundna framleiðslan úr polyester og olju gjørdi.

 

Bara oljuídnaðurin ger størri árin á veðurlagið enn tekstilvinnan. Og tað eru nakað, sum brúkararnir hava lagt til merkir, sigur Helle Ghodt.

 

– Hvønn dag seta foreldur seg í samband við okkum fyri at frætta, hvussu vit gera okkara framleiðslu. Tey eru meira og meira tilveitað um tað, og tí vilja vit eisini fegin nøkta tørvin hjá teimum.

 

Melton er ikki tey fyrstu at umskapa brúktar plastikkfløskur til klæði.

 

Eitt felag í Herning, Knowledge Cotton Apparel væntar í 2020 at hava endurnýtt 4,5 milliónir plastikkfløskur í teirra klæðum. Samstundis bóða fleiri og fleiri virki klæði gjørd úr bummull og øðrum burardyggjum tiltøkum. 

 

Sine Beuse Fauerby kennir væl gongdina.

 

– Tað er av sonnum komið meira fokus á umhvørvisvandan. Men tað krevur eina grundleggjandi umlegging av ídnaðinum og at vit finna nýggj forrætningsmodell fyri veruliga at broyta nakað.

 

Hon greiðir frá, at tað ikki er nóg mikið at framleiða klæði umhvørvisrætt. Ringurin skal eisini endast, so tað í forrætningsmodellinum eisini verður tikin støða til, hvat skal gerast við regnklæðini, tá tey eru ov lítil.

 

Regnklæðini frá Melton koma í handlarnar í august.

 

dr.dk/nyheder/regionale/syd/tonsvis-af-plastik-ender-i-havet-hvert-aar-dansk-firma-smelter-det-om-til