Klæmint tekur eitt tørn aftrat

NSÍ liðformaðurin og toppskjúttin í føroyskum fótbólti fer eisini í 2026 at umboða barndómsfelagið

Tað er als ikki óvæntað, tí í føroyskum fótbólti hevur hann bara umboðað barndómsfelagið í Runavík. Í kvøld boðar NSÍ frá, at felagið og Klæmint A. Olsen hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Klæmint eisini í 2026 verður í NSÍ, hóast hann 17. juli fylti 35 ár.

 

Í 2027 verður NSÍ 70 ár, og um tað gongur, sum tað hevur gjørt higartil í ár, so kann tað væl vera, at Klæmint eisini verður á liðnum tá. Sunnudagin fer hann í Gundadali ímóti HB at spæla dyst nummar 425 í bestu landskappingini. Higartil hevur hann í ár skorað 26 mál, og hann er eitt mál frá metinum, sum Mikkel Dahl í HB troyggjuni setti í 2021.

 

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

 

KLÆMINT ANDRASSON OLSEN GULUR Í 2026

 

35 ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum 7 ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Hann hevur síðani umboðað felagið øll árini, undantikið 2023, tá hann umboðaði Breiðablik í bestu íslendsku deildini.

 

Klæmint hevur gjøgnum árini tikið fleiri føroysk met. Hann hevur millum annað tikið metið frá Jákupi á Borg fyri flest mál í bestu deildini. Hann hevur javnað metið hjá Rógva Jacobsen fyri flest mál fyri A-landsliðið og hann hevur vunnið gullskógvin heili 6 ferðir (2013, 2014, 2015, 2016, 2019, 2020). Í løtuni liggur hann væl fyri at vinna gullskógvin fyri 7. ferð.

 

Klæmint hevur leikt 424 dystir í bestu deildini og skotið heili 265 mál.

 

Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunngerða, at Klæmint Andrasson Olsen verður gulur í 2026.

 

´