Rógvi Jacobsen er framvegis føroyskur toppskjútti í landsliðsfótbólti við 10 málum. Todi Jónsson skoraði níggju mál á landsliðnum, og Uni Arge skoraði átta ferðir á landsliðnum.
Næstur í røðini hevur higartil verið Jóan Símun Edmundsson við sjey málum.
Í kvøld í metstóra 5-1 sigrinum ímóti Liktinstein skoraðu bæði Brandur H. Olsen og Klæmint A. Olsen tvey mál. Tað er ongantíð áður komið fyri, at tveir føroyskir spælarar í einum og sama dysti hava skorað tvey mál.
-Tað kennist altíð gott at skora mál, og sjálvandi var tað hugaligt at skora tvey mál, sigur Klæmint A. Olsen, sum í kvøld fluktaði eitt mál og stútaði eitt mál, og hann leggur aftrat:
-Eg hevði møguleikar at skora tvey ella trý mál aftrat, men tíbetur eydnaðist tað kortini at vinna tryggan sigur.
Klæmint A. Olsen hevur nú skorað sjey mál á landsliðnum, og harvið er hann saman við Jóan Símun Edmundsson nummar fýra í røðini av málskjúttum á landsliðnum.
Brandur H. Olsen skoraði tvey mál í kvøld. Hann stútaði flott eftir innlegg úr høgru, og so varð hann leysur mitt fyri og sendi bóltin flatt í málið. Nú hevur Brandur Hendriksson Olsen í 44 landsdystum skorað seks mál. Umframt Brand hava eisini John Petersen, Christian Lamhauge Holst og Fróði Benjaminsen skorað seks mál.