Klæmint var aftur avgerandi

Klæmint A. Olsen skoraði málið, tá ið grannauppgerðin á Svangaskarði endaði við 1-0 sigri til innanmenn

NSÍ tvíheldur um møguleikan at vinna fjórða plássið og harvið møguleikan at vinna eitt av europeisku atgongumerkjunum, um tað ikki fer at eydnast at vinna tað í steypafinaluni.

 

Í kvøld var grannauppgerð í hampuliga góðum fótbóltslíkindum á Svangaskarði.

 

NSÍ vann 1-0. Málið skoraði Klæmint A. Olsen miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir fínt álop í høgru og flatt innlegg frá Mikkel Elbæk Jakobsen.

 

Úrslitið sigur, at tað var ikki so stórur leikligur munur á. Men í góðum málmøguleikum var NSÍ omaná. Klæmint A. Olsen skoraði sigursmálið, sum ber við sær, at hann nú hevur skorað 14 mál í ár og er ein av trimum, ið eru triðiovast á máltindinum.

 

Umframt at hann skoraði málið, hevði Klæmint fleiri aðrar møguleikar. Eitt nú sendi hann úr spískum í høgru bóltin á nærru samankomingina, og so varð hann púra leysur í seinna hálvleiki, men tá vann góði B68 málverjin Rói Mørk Hentze tvídystin teirra millum.

 

Síðstu løtuna spenti B68 álopsbogan, tá ið liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen, sum er komin fyri seg eftir skaðasteðg, varð fluttur úr verjuni og fram í álopið. Lukasz Cieslewicz, Steffan A. Løkin og Andri Benjaminsen vóru fleiri ferðir um reppið at koma í góðar støður, og Lukasz Cieslewicz var óheppin, tá ið hann eftir flatt innlegg úr vinstru royndi seg men heilkiksaði.

 

B68 er á áttanda plássi og framvegis hótt av niðurflyting. Tað eru seks stig og frægari málmunur aftur til ÍF á níggjunda plássi.

 

Næsti dystur hjá B68 verður 16. oktober á útivølli ímóti HB, og næsti dystur hjá NSÍ verður 17. oktober á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

 

 

B68 – NSÍ 0-1 (0-0)

 

0-1: Klæmint A. Olsen