Klaga nú Henrik Old fyri bummgjald

Bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin er beinleiðis ólógligt, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

 

Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum skal nú taka støðu til um bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, er ólógligt

 

 

Fólkaflokkurin hevur nevniliga klagað Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum fyri landstýrismálanevndini tí hann ikki vil strika bummgjaldið

 

Fólkaflokkurin vísir til løgtingslóg nummar 6 frá 2000 um fast samband um Vestmannasund, tí tey siga, at eftir henni skal tunnilin latast landinum til ognar, tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin. 

 

Fólkaflokkurin sigur, at í stykki fýra í grein eitt í lógini stendur, at tvær treytir skulu vera loknar. Fyrra treytin er, at útveganarkostnaðurin skal vera fult afturgoldin og seinna treytin er, at partafelagið Vágatunnilin skal standa sum eigari.

 

– Eg meti, at báðar treytirnar eru loknar og at tunnilin tí átti at verið avhendur landinum, sigur Jørgen Niclasen í tíðindaskrivi nú seinnapartin.

 

Hann vísir eisini til, at tað varð samtykt á aðalfundi í Vágatunlinum tann 14. apríl 2015, at felagið skuldi lata landinum tunnilin tann 10. desember í 2016.

 

Á aðalfundinum í Vágatunnilin 7. apríl 2016 gav landsstýrismaðurin í samferðslumálum nevndini í Vágatunlinum boð um, at Vágatunnilin kortini ikki skuldi latast landinum í 2016, tí hann er ikki afturgoldin fyrrenn øll íløgan ellaútveganarkostnaðurin er afturgoldin, tað merkir at bæði lánið og partapengarnir skulu vera goldin.

 

Treytin um at P/f Vágatunnilin skal standa sum eigari av tunnlinum er lokin.  Eg og fleiri við mær hava eisini ta fatan, at tunnilin er fult afturgoldin,  g at hann tí skal handast landinum, sigur Jørgen Niclsen. Hann sipar til, at lánið er goldið og eftir hansara áskoðan merkir tað, at tunnilin er goldin. 

 

Landsstýrismaðurin hevur við ikki at taka stig til at yvirtaka tunnlin eftir míni fatan brotið lógina um fast samband um Vestmannasund.

 

At landsstýrismaðurin enntá gevur nevndini í P/f Vágatunnilin boð um at seta aðalfundarsamtyktina hjá felagnum frá aðalfundinum tann 14. apríl 2015 til síðis, ger eftir mínum tykki, at talan er um eitt álvarsligt og tilvitað brot á lógina um fast samband um Vestmannasund.

 

Tað tykist heldur ikki sum landsstýrismaðurin hevur nakra ætlan fyri, hvussu partapeningurin skal afturrindast, og yvir hvussu langa tíð, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.