Klaksvík eigur tveir meistarar

Nevið Reyða vann FM og syrgdi fyri triðja ólavsøkusigrinum hjá klaksvíkingum í dag

Tað gongur væl hjá klaksvíkingum í kappróðri. Nevið Reyða tryggjaði sær ólavsøkusigurin í kappingini millum 8-mannaførini. Harvið er tað greitt, at Nevið Reyða er FM vinnari, og harvið er tað greitt, at trý sett av gullkrónum í sambandi við ólavsøkusigurin eru á veg til Klaksvíkar.

Genturnar vunnu barnaróðurin, Fípan Fagra vann dreingjaróðurin og FM heitið, og Nevið Reyða vann kappingina millum 8-mannaførini og harvið eisini FM heitið.

 

Nevið Reyða legði seg framum hinar rættiliga skjótt, og Nevið Reyða var alla tíðina fremstur. Tað var kortini onga tíðina soleiðis, at tað slitnaði sundur og minni enn so. Gullbrandur úr Fuglafirði var øgiliga treiskur, og Knørrur og Argjabáturin hildu leingi tørn.

 

Tá ið bátarnir fóru um málið, var Nevið Reyða meiri enn tvey sekund undan Gullbrandi, sum var tvey sekund undan Knørri, sum aftur var næstan fýra sekund undan Argjabátinum. Tað var eisini í hesi røð, at FM kappingin millum 8-mannaførini endaði.

 

1.       1 Nevið Reyða 04:12:15

2.       2 Gullbrandur 04:14:23

3.       3 Knørrur 04:16:20

4.       4 Argjabáturin 04.20:00

 

1.       1 Nevið Reyða 47 stig

2.       2 Gullbrandur 41 stig

3.       3 Knørrur 36 stig

4.       4 Argjabáturin 30 stig

5.       5 Miðvingur 6  stig

6.       6 Tofta Regin 3 stig