Endabresturin á stóru Heilsuvikuni er á skránni í Klaksvík ídag.
Klokkan 17 verður heiðursmerkja- og steypahandan til tey, sum hava klárað seg best í hálvmarathon kappingini í býnum. Tað fer fram í Badmintonhøllini, sum í løtuni er karmur um fleiri tiltøk, ið verða fyriskipað í samband við Heilsuvikuna.
Norðoya Apotek bjóðar heilsukekk við m.ø. blóðtrýstkanningum, BMI, koliltumátingar. Sjónám greiðir frá brúk av hjartastartara og mangt annað er eisini á skránni.
Eisini verður eyka gjørt burtur úr í svimjihøllini, har tey millum annað ein stórur høgguslokkur vitjar í hylinum.
Í morgin fer Norðoya Gongufelag túr norður í Starndadal.
Myndirnar tók Dávur Winther.