Er veðrið so mikið vánaligt at Norröna ikki sleppur til bryggju í høvuðsstaðnum, verður nú høvið til hetta í Klaksvík.
Hetta stendur at lesa í avtaluni, sum varð undirskrivað týsdagin millum báðar partarnar.
Sambært avtaluni skal Klaksvíkar kommuna gera nakrar tillagingar við nýggja havnarlagið í Ánunum, og skal hetta arbeiðið verða liðugt um eina viku.
Havnarlagið skal asfalterast, og enn vantar eitt høli til tollararnar, soleiðis at teir fáa útint sítt arbeiði, tá skip leggja at landi.
- Men tað kemur eisini einaferð seinni, sigur borgarstjórin við Sosialin.
Góðar umstøður
Við at hava valt Ánirnar sum alternativa havn, hevur ein samstundis valt eitt stað, sum liggur í veðurgóðum umhvørvi og har tað er sera høgligt hjá so stórum
skipum sum Norrönu at koma til og frá.
Borgarstjórin í Klaksvík er tí ovurhonds fegin um, at henda avtalan umsíðir er komin í havn.
Kommunan hevur brúkt nógvar milliónir av krónum uppá at laga havnarlagið til hesa uppgávuna, og nú er tað komið so mikið langt, at Norröna veruliga kann leggja til bryggju her í framtíðini, um tað gerst neyðugt.
Umframt avtaluna um kajpláss hevur Norröna eisini møguleikan at fáa sóttreinsað vatn umborð. Sambært avtaluni skal kommunan kunna veita 200 tons av slíkum vatni um tíman.
Ánirnar er eisini atløguhavn hjá verksmiðjutrolaranum Atlantic Navigator. Men avtalan er gjørd soleiðis, at hevur Norröna brúk fyri kajplássi, so má Navigator víkja.