Klaksvík væl egnað til útlendskar vitjanir

- Klaksvík er avbera væl egnað til útlendskar vitjanir og royndirnar eru góðar. Klaksvíkingar eru sera hjálpsamir og samstarvið gongur altíð væl. Lene Espersen kemur sjálv úr einum fiskivinnubýi, og tí valdi Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, at Klaksvík gjørdist karmur um vitjanina, sigur Jórun S. Luvdig, protokoll hjá landsstýrinum, nú danski uttanríkisráðharrin kemur á vitjan.

Tá ið landsstýrið fær útlendskar vitjanir, er tað Jórun S. Ludvig, protokollfulltrúi í Uttanríkisráðnum, sum leggur til rættis hesar vitjanir. Í mong ár hevur hon havt ábyrgd av, at alt fer fram eftir bókini, tá ið kongsvitjanir og eru á skránni, og tá ið útlendskir ráðharrar koma higar á vitjan.

Hon sigur at Klaksvík er ein spennandi býur, sum eigur nógvar góðar søgur at siga útlendskum gestum.

- Fólk her norðuri eru ógvuliga fyrikomandi og beinasom, og tískil fáa vit altíð góða hjálp frá lokalum kreftum, tá ið gestir hjá landsstýrinum koma higar á vitjan, sigur Jórun S. Ludvig, protokollfulltrúi.

Seinastu árini hevur Klaksvík ofta verið karmur fyri útlendskum vitjanum, og burturúr rúgvuni nevnir Jórun S. Ludvig vitjanina hjá danska kongshjúnum, íslendska forsetanum, donsku krúnprinsahjúnunum, íslendska og danska forsætisráðharranum, formansskapinum í Fólkatinginum, umframt eina røð av sendiharrravitjanum.

Jórun S. Ludvig sigur, at tað altíð hevur gingið framúr væl í Klaksvík, og afturmeldingarnar frá hesum gestunum hava verið avbera góðar. Hon metir, at tað hevur stóran týdning, at tílíkar vitjanir verða lagdir ymsa staðni kring landið, tí á henda hátt fáa gestirnir eitt breiðari innlit í samfelagsviðurskifti, eins og teir eisini fáa sjón fyri søgn, hvussu vøkur og fjølbroytt okkara náttúra er.