Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi boðar frá, at tey hava sett Poul Verner Madsen, serlækna í undirarm- og hondkirurgi, í starv. Afturat sergreinini, hevur Poul Verner drúgvar royndir í ortopædkirurgi.
Poul Verner hevur síðani 2002 starvast sum konsulentur á Klaksvíkar sjúkrahúsi í á leið fýra vikur um árið. Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur, at stórur tørvur er á hesi sergrein, millum annað tí at vinnan í Føroyum er væl umboðað av fakfólkum við støði í handverki og líknandi, og tað eru ofta hesi, ið koma illa fyri. Leiðslan leggur afturat, at tey eisini síggja nógv ítróttarfólk, ið hava tørv á serlækna í undirarm- hond- og ortopædkirurgi.
##med2##
Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi greiðir frá, at Poul Vernar hevur læknafakliga tyngd og er eitt gott ískoyti til læknatoymið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í sínum dagliga virki í Danmark, hevur frálæra verið ein natúrligur partur av starvi hansara, har hann hevur undirvíst læknum og øðrum fakbólkum í almennum kirurgi og traumatologi.
Alexandra á Dul sigur, at tað er ein fyrimunur at hava ein lækna, ið hevur drúgvar royndir í at handfara bráðfeingisstøður – serliga í samband við sjúklingar, ið skulu flytast til Landssjúkrahúsið, har tey hava størri tilfeingi og útgerð til at viðgerða hesar.
Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leggur afturat, at tað er sera spennandi hjá starvsfólkunum at fáa ein kirurg, ið leggur so stóran dent á frálæru, tí hetta vil uttan iva menna arbeiði hjá starsfólkunum á skurð-, røntgen- og seingjardeildini.
Setanin av Poul Vernari er ikki ein uppnormering av læknahópinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men orsakað av, at ein lækni hevur sagt seg úr starvi eftir góða tænastu.
Poul Verner Madsen tekur við starvinum í mars 2020.