HB-KÍ 1-2 (0-1):
Fótbóltur
Klaksvíkingar fóru heilt fegnir úr Gundadali sunnudagin. Teir høvdu vunnið á arvafíggindunum úr HB. Tølini boða frá teprum 2?1 sigri, og tað var um reppið, at KÍ yvirhøvur vann. Tíggju minuttir restaðu, tá HB javnaði til 1?1. Ein langur bóltur varð sparkaður fram eftir miðásinum. KÍ verjan, sum annars var stinn, tóktist í hesi støðuni sein og brádliga vóru bæði Rógvi Jacobsen og Jón Rói Jacobsen púra leysir. Tað var Rógvi, sum potaði bótin framvið Meinardti Joensen, sum aftur hesa ferð var sera tryggur í KÍ málinum.
Men hóast HB hevði javnað, so megnaði KÍ at vinna uppiborna sigurin. 88 minuttir vóru farnir, tá eitt av óteljandi hornaspørkum frá Hjalgrím Elttør varð sent innfyri. Símun Joensen, sum spældi sín síðsta dyst fyri KÍ í hesum umfarinum, var hægstur og stútaði ímóti málinum. Ein svartur og reyður bjargaði á strikuni, og so var Fríðin Ziskason fyrstur á returinum.
KÍ hevði fingið hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Teir høvdu havt fleiri møguleikar, tá nýggi HB málverjin, Pól Næs Joensen, hálvbjargaði skotroynd frá Alexander Djordjevic (arbeiddi alla tíðina sera væl), og so var Kurt Mørkøre fyrstur á og taklaði bóltin inn um strikuna. Eitt typiskt Kurt mál, og ein av teimum KÍ støðunum, sum í fleiri øðrum dystum fyrr í ár ikki hava givið mál.
KÍ møguleikar
Hóast tað onkuntíð hevur staðið meiri upp á spæl ímillum 91 ára gomlu javnaldrarnar, so var góði seinnaparturin í Gundadali undirhaldandi. Og tað var einki at taka seg aftur í, at klaksvíkingar høvdu betri tak á.
Serliga eftir leiðslumálið dansaði bólturin ofta kring HB málið. Hjalgrím Elttør legði í 1. hálvleiki níggju hornaspørk innfyri, og fleiri ferðir stóðust vandamiklar støður burturúr, tí bæði Kurt Mørkøre og Alexander Djordjevic høvdu stóra tyngd í.
Alexander Djordjevic spældi Tomislav Sivic leysan, skotroyndin úr høgru var góð, og Pól N. Joensen bjargaði meistarliga. Eftir langt innkast frá Símuni Joensen, og snittara víðari var um reppið, at bólturin fór í málið, men HB verjan, sum ikki var sannførandi og ofta var í trongum skóm, fekk sparkað burtur.
HB møguleikar
Umframt málið, sum kom burturúr so at siga ongum, hevði HB ikki nógvar málmøguleikar. Tað er sjálvandi ilt at siga, hvussu tað hevði myndast, um HB hevði skorað, tá teir fingu fyrsta stóran møguleikan, men Jón Rói Jacobsen, sum fleiri ferðir vísti, hvussu ógvuliga skjótur hann er, stútaði innleggið úr vinstru skeivu megin handara stólpan.
Allan Mørkøre spældi í 2. hálvleiki sera hegnisliga inn um til Rúna Nolsøe, men Meinhardt Joensen blokeraði, og Jón Rói Jacobsen var ikki heppin við stútara eftir innlegg úr høgru. Stórt meiri var ikki at skriva um.
Unglingaspælarin Atli Danielsen var aftastur í KÍ verjuni. Hann var bólttryggur og dugdi væl at vera á rætta staðnum røttu løtuna. Andrass Jacobsen og Niclas Niclassen, sum hósdagin fer av landinum í lestrarørdinum, vóru so mikið tryggir eftiransarar, at tað var heilt sjáldan, at Jón Rói Jacobsen og Bárður Mortansson fingu serliga langt tjóður.
Stóri munurin
Á sentrala KÍ miðvøllinum vunnu Jan Joensen og Fríðin Ziskason, sum spælir alt skilabetri, flestu nærdystirnar ímóti Halli Danielsen, Rógva Jacobsen (er framvegis ikki í einum plássi, sum gevur honum møguleika at vísa sínar sterku síður) og Rúna Nolsøe, og Tomislav Sivic hevði langar teymar og treivst væl.
Allan Mørkøre var í 1. hálvleiki ytstur í høgru á HB miðvøllinum, men hann hevði trupulleikar við U?19 landsliðsmanninum Símuni Joensen, sum var sera sannførandi og aftur og aftur hevði yvirskot at bjóða av í framrættaða spælinum og at leggja vandamiklar bóltar frá baklinjuni.
Í hinum borðinum var Hjalgrím Elttør hjá KÍ væl upplagdur, meðan Janus M. Joensen fyrr hevur verið meiri sannførandi, enn hann var hesa ferð.
Beinanvegin í 2. hálvleiki broytti HB uppstilling. Rói Árting kom á miðvøllin í vinstru, og Hallur Danielsen fór í høgru, har hann avloysti Ransin Djurhuus. At Allan Mørkøre varð fluttur á framrættaða miðvallarplássið mitt fyri gjørdi, at órógv var á KÍ verjuni. HB hevði fleiri hornaspørk og næstan málmøguleikar, men tá Allan Mørkøre varð tikin av vøllinum dovnaði trýstið burtur, og so var KÍ aftur fyri tað mesta omaná.
Svarti maðurin
At klaksvíkingar vóru upptikinir av øðrum enn bóltinum var ikki so undarligt. Meðan HB royndi at fara í álop, gav dómarin Jóhannes Færø loyvi at koma inn á HB liðið í staðin fyri Rúna Nolsøe, sum eftir samanbrest við KÍ verjuspælara noyddist at taka seg av vøllinum. Fótbóltsreglurnar verða ofta broyttar, men tað er okkum ikki kunnugt, at tað nú er loyvt at skifta út, uttan at steðgur er í dystinum.
Hóast tað stóð nógv á, og hóast taklingarnar tíðum vóru dyggar, so gekk spælið í góðum anda. Uppgávan hjá dómaranum var løtt, men hann gjørdi formlig mistøk. Tað størsta var í sambandi við útskiftingina, tá Jóhannes Færø kom inn í staðin fyri skadda Rúna Nolsøe.
Reglurnar í altjóða fótbólti verða ofta broyttar, og onkur, sum veit betri, kann siga okkum, um hetta nú er loyvt. Men vit hava ongantíð áður sæð, at ein nýggjur spælari er komin á vøllin, uttan at spælið er steðgað. Jóhannes Færø kom á vøllin í tí álopinum, sum endaði við, at HB javnaði!
Eitt annað formligt mistak var tað, tá annar linjuverjin í næstan ein minutt hevði flaggið á loftið, meðan dómarin fylgdi spælinum. Og so tók linjuverjin flaggið niðuraftur ? uttan at hava havt eygnakontakt við 23. mannin! Áskoðararnir í HB skýlinum royndu at fáa dómaran at hyggja á linjuverjan. Kanska var tað, tí bólturin hevði verið uttanfyri vøllin.
Ofta verður tosað um linjuna. Undan vikuskiftinum frættu vit úr Danmark, at ein av U?17 landsliðsmonnunum var rikin av vølli fyri at halda tvær ferðir. Í Gundadali slapp ein av spælarunum at halda fram at spæla, eftir at hann fyrst í knæhædd hevði sparkað mótstøðumann niður, sum væl og virðiliga hevði sneitt hann av (tað fekk hann gult kort fyri) og síðani helt í troyggjuni á einum øðrum mótstøðumanni!
Dysturin í tølum:
HB-KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Kurt Mørkøre 24
1-1: Rógvi Jacobsen 80
1-2: Fríðin Ziskason 88
Dómari: Suni Johansen (SÍF)
HB: Pól Næs Joensen ? Ransin Djurhuus, Eyðfinn Fjalsbak, Jóhannis Joensen, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacosben, Hallur Danielsen ? Bárður Mortansson, Jón Rói Jacobsen
KÍ: Meinhardt Joensen ? Andrass Jacobsen, Atli Danielsen, Niclas Niclassen ? Hjalgrím Elttør, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason ? Alexander Djordjevic, Kurt Mørkøre