Fótbóltur
KÍ vann stórsigur á heimavølli. 4?0 ímóti Skála var rættuliga takk fyri seinast til Skála, sum við tveimum sigrum á KÍ var orsøkin til, at klaksvíkingar ikki vóru við í fjórðingsfinalunum í steypakappingini.
Tá skálamenn vunnu á klaksvíkingum vóru teir sannir meistarar í kontraspælinum. Sunnudagin sást einki til kontraspælið. Botnliðið tykist meiri slitið nú, spæligleðin er ikki tann, sum hon var, og ósigrarnir og marginalirnir á skeivu síðuni hava sett sín dám. Pauli Hansen og Kári Nielsen hava verið týdningarmiklir miðvallarar. Teir vóru ikki við í Klaksvík. Bent Djurhuus og Arnold Berg hava eisini verið týdningarmiklir. Teir vóru heldur ikki við. Jonhard Frederiksberg hevur verið vandamiklisti álopsmaðurin. Hann sat á beinkinum meiri enn hálvskaddur. Hjá liði, sum frammanundan er tepurt mannað, kemur tað serliga illa við, tá lyklaspælarar eru burtur. Tað var týðuligt í Klaksvík.
Sum á norðoyarstevnu
Dystargongdin var ikki ólík henni vikuskiftið frammanundan, tá KÍ á norðoyarstevnu vann 3?1 ímóti EB/Streymi. Munurin var tann, at mótsatt EB/Streymi, so megnaði Skála ongantíð at hótta KÍ verjuna og málverjan (burtursæð frá at klaksvíkingar bjargaðu á strikuni, tá støðan var 1?0, og innskifti 16 ára gamli Hanus Thorleifsson royndi seg). Hjá KÍ styrkti tað sera nógv um verjupartin, at Allan Jonsen aftur var tøkur á verjukenda miðvallarplássinum. Allan er tann typan, sum bæði evnar at vinna eina rúgvu av bóltum, og sum samstundis megnar at vera konstruktivur.
Men sum á norðoyarstevnu hevði KÍ sera ilt við at fáa møguleikar og mál burturúr, sjálvt um teir høvdu bóltin í kanska 80 prosent av tíðini. Tað var lætt hjá teimum at flyta bóltin ímillum sín, og tað hava spælarar við góðum bóltførleika sjálvandi ongar trupulleikar at gera. Men tað gekk illa hjá teimum at fáa flótandi samanspæl í lag. Um tað skal eydnast, so er neyðugt, at onkrir spælarar megna at sneiða seg avgerandi leysar av mótstøðumonnunum, soleiðis at fleiritalsstøður kunnu koma burturúr og harvið møguleikar fyri innleggum úr borðunum og skjótt eitt tvey samanspæl mitt fram eftir vøllinum.
KÍ fekk eitt mál í 1. hálvleiki. Tað skoraði Atli Danielsen, sum hesa ferð var vongverji í høgru. Rúni Elttør var vongverji í vinstru, meðan Harley Bertholdsen, sum í skjðtt eitt mannaminni hevur verið fastur í høgru og onkra ferðina í vinstru, var á beinkinum og ikki kom á vøllin fyrrenn seint í 2. hálvleiki.
Eftir støðugt trýst og aftur og fram smekkaði Atli Danielsen til, og bólturin fór í netið umvegis stólpan.
Skrædnaði síðsta korterið
Eftri steðgin royndi KÍ at halda fram við at trýsta. Nógvir høgir skrábóltar vórðu sendir í brotsteigin, men verjan hjá Skála megnaði at byrgja fyri uppløgdum møguleikum.
Og tá tað ikki eydnaðist KÍ at fáa mál, var tað sum um ferðin fór niður, skálamenn komu eitt sindur fyri seg, sjálvt um teir ikki gjørdust vandamiklir, men tað var nóg mikið til, at ampi var á heimafólkinum.
So var tað ? akkurát sum ímóti EB/Streymi ? at KÍ avgjørdi síðsta korterið. Bárður á Lakjuni, sum tær síðstu ferðirnar hevur verið fastur maður í álopinum, varð feldur í brotsteiginum, og Kurt Mørkøre tók sær av brotssparkinum. So var einki óført, og KÍ kundi havt skorað uppaftur fleiri mál, enn tey bæði, sum teir fingu afturat. Eftir hornaspark og nakrar ferðir aftur og fram átti Allan Mørkøre síðsta fótin á, og Kurt Mørkøre setti sjálvur punktum, tá hann heilfluktaði í kassan.
Klaksvíkingar frøddust um sigurin og stigini, sum gera, at teir ikki eru so langt frá toppinum. Men teir ásannaðu samstundis, at enn hava teir ikki fingið tað snittið í spælið, sum teir fegnir vilja hava. Dysturin í Gøtu sunnudagin verður sera týdningarmikil.
Á Skála bíða teir framvegis eftir fyrsta sigrinum í bestu deildini. Vánirnar fyri at hann skal koma til høldar komandi vikuskifti eru ikki serliga góðar. HB skal inn á Skála sunnudagin!
Dysturin í tølum:
KÍ-Skála 4-0 (1-0)
1-0: Atli Danielsen, 37
2-0: Kurt Mørkøre (br.), 66
3-0: Allan Mørkøre, 68
4-0: Kurt Mørkøre, 87
Dómari: Jens Petur Brattalíð
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Alexander Djordjevic, Ove Nysted, Rúni Elttør ? Jan Joensen, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør ? Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni
Skála: Eugen Voda ? Ronnie Hansen, Pauli Poulsen, Rúni Rasmussen, Áki Petersen, Kaysten Rasmussen ? Marius Joensen, Tummas Olsen, Danial Hansen ? Alexander Johansen, Bogi Gregersen