Nú fer Klaksvíkar Býráð at samtykkja nýggjan býarskipan, men tað er framvegis ikki semja um, antin umstríddi Gerðarbøur skal friðast ella ikki Arbeiðið at gera nýggja býarskipan fyri Klaksvík er við at koma undir land.
Arbeiðið at endurskoða býarskipanina er komið so mikið áleiðis, at nú er at kalla klárt at leggja málið fyri býráðsfund.
Í býarskipanini verður ásett, hvar bústaðarøki skulu vera, hvar fríøki skulu vera og hvar ídnaðarøki og ítróttarøki skulu vera.
Sostatt er eisini ásett, hvussu skal vera við økjum, sum í dag eru óbygd.
Herfyri var borgarafundur um nýggju býarskipanina og har høvdu klaksvíkingar nógvar viðmerkingar til ætlaninar hjá býráðnum.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at hesar viðmerkingar eru tiknar við, men hann staðfestir eisini, at býráðið hevur ikki gingið øllum ynskjum á møti, tí tað ber ikki til.
Ikki skerst burtur, at eitt, sum hevur havt serliga áhuga hjá klaksvíkingum, er, hvørja lagnu tann umstríddi Gerðarbøurin skal fáa.
Býráðið hevur áður samykt at byggja handilsbygning har, men hetta er falllin nógvum klaksvíkingum fyri bróstið, tí teir vilja hava bøin friðaðan.
Og borgarstjórin staðfestir, at tað helst ikki semja í býráðnum um Gerðarbø.
- Summir býráðslimir vilja hava hann friðaðan, aðrir halda, at tað er onki í vegin fyri at byggja á honum, partvís.
Sjálvur heldur borgarstjórin, at tað er onki í vegin fyri at byggja á einum parti á honum.
Í nýggju býarskipanini, hevur umisitngin hjá býráðnum sett Gerðarbø av til almenn endamál og til íbúðarbygging.
Men nú skal málið so til politiska viðgerð i býráðnum.