Klaksvíkingar ikki brúk fyri neyðhjálp

Borgarstjórin í Klaksvík er bæði firtin og særd um, nú ávísir politikarar rógva framundir, at Landsstýrið skal keypa býráðshúsið í Klaksvík fyri at bjarga kommununi burtur úr eini fíggjarligari neyð

- Hetta er virkuliga langt úti.

Gunva við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, er bæði firtin og særd um tað viðferð, sum Klaksvík hevur fingið frá ávísum løgtingsmonnum seinasu dagarnar.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kannar møguleikan fyri at keypa býráðshúsið í Klaksvík til almenna umsiting og at flyta Taks í Saltangará til Klaksvíkar fyri at savna alt norðurøkið hjá Taks undir sama takið fyri at rationalisera raksturin.

Hetta hevur givið summum politikarum illgruna um, at talan er ein góðan, gamlan rossahandil, har landið skal keypa býráðshúsið í Klaksvík fyri at bjarga Klaksvíkar Kommunu burtur úr einum fíggjarligum óføri.

- Hetta er heilt langt úti, staðfestir Gunvá við Keldu.

Hon ásannar, at Klaksvíkar kommuna hevur eina stóra skuld at dragast við.

Men at talan er um eitt fíggjarligt óføri, sum kommunan má hava almenna neyðhjálp til at koma burturúr, er heilt burturvið.

Klaksvíkar Kommuna skyldar 170 milliónir, sum er hálvonnur skattaálíkning.

- Næsta ár ætla vit at gera íløgur fyri 20 milliónir og tað er ikki tekin um eina kommunu í djúpari kreppu, staðfestir hon.



Hinvegin staðfestir hon eisini, at tað hevði fingið stóran týdning fyri Klaksvík at fingið almenn arbeiðspláss til Klaksvíkar tí kommunan er ógvuliga tengd at gongdini í fiskivinnuni.

- Men at rógva framundir, at her skal vera talan um rossahandlar og neyðhjálp, er ótrúliga ódámligt, tí so er málið farið so langt av sporinum, sum tað kann, leggur hon afturat.

- Tað er beinleiðis ósatt og landspolitikarar áttu at verið meiri at sær komnir, skoytir hon upp í.


Langt eftir á mál

Hon váttar eisini, at samband hevur verið millum býráðið og Jóannes Eidesgaard, landssýrismann í fíggjarmálum, har møguleikin hevur verið umrøddur um at landið keypur býráðshúsið til almenna fyrisiting.

- Vit eru opin fyri øllum møguleikum, men enn er hetta málið als ongan veg komið enn.

Hon staðfestir eisini, at enn skal nógv fella upp á pláss, áðrenn ein slík ætlan kann gerast veruleiki og enn hevur býráðshúsið í Klaksvík ikki staðið á sølulista.

Og tann stóri spurningurin er sjálvandi, hvar kommunan so skal húsast, verður hetta býráðshúsið selt.

Tað er ein spurningur, sum býráðið umrøður í løtuni.

Men Gunvá við keldu vísir á, at tað er ein gomul ætlan at selja hetta býráðshúsið og at byggja nýtt býráðshús í miðbýnum.

- Tað hevur leingi ligið í kortunum, men enn er ongin avgerð tikin, sigur Gunvá við Keldu.