Talgildu Føroyar er farið av bakkastokki, og nú er líkt til, at Klaksvíkar Kommuna eisini gerst partur av verkætlanini eins og fleiri aðrar kommunur.
Fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar Kommunu samtykti á fundi í gjár eitt tilmæli frá umsitingini hjá kommununi, sum mælir til at Klaksvíkar Kommuna ger avtalu við Talgildu Føroyar um samstarv.
Tekur býráðið undir við tilmælinum á fundi í annaðkvøld, so kemur tað at kosta Klaksvíkar Kommunu umleið 2,5 milliónir krónur fyri eitt fýra-ára skeið.