Kappingin millum 10-mannaførini í dýrdarveðrinum í Hósvík í kvøld var so góð reklama fyri kappróðurin, sum tað ber til at ímynda sær, at hon kann vera.
Klaksvíkingur vann aftur í kvøld, og harvið hava klaksvíkingar fult stigatal í FM kappingini.
Men tað var tættari og harvið størri spenningur, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, hóast tað á jóansøku síðsta leygardag var framúr spennandi.
Í kvøld var tað Ormurin Langi, sum bjóðaði av, og Ormurin Langi var ógvuliga treiskur. Eftir startspurtin, tá ið allir fýra bátarnir lógu at kalla stavn um stavn, hevði Ormurin Langi hug at stinga seg framum Drekan Reyða og Klaksvíkingi.
Blái báturin sást undan avbjóðarunum eina fitta løtu. Men tá ið teir fóru undir endaspurtin, munaðu tøkini hjá Klaksvíkingi meiri, enn tey gjørdu hjá kappingarneytunum. Ormurin Langi dragnaði ein lítlan skut aftur um Klaksvíking, og dygst í hølinum á Orminum Langa vóru Drekin Reyði og Havnarbáturin.
Tað var so mikið tætt, at tað væl ber til at ímynda sær, at røðin kann verða øðrvísi, tá ið tað leygardagin verður kappróður í Fuglafirði.
At Klaksvíkingur vann fyri triðju ferð í kvøld, og at Ormurin Langi tók Drekan Reyða ber við sær, at Klaksvíkingur er heilt væl fyri í FM kappingini.
1 Klaksvíkingur 04.31.08
2 Ormurin Langi 04.31.41
3 Drekin Reyði 04.32.22
4 Havnarbáturin 04.33.30
FM støðan
1 Klaksvíkingur 21
2 Drekin Reyði 17
3 Ormurin Langi 16
4 Havnarbáturin 12