Hetta er eitt av málunum, sum Klaksvíkar kommuna nú hevur sett í kortið.
Í tíðindaskrivi boðar býráðið frá, at ein sonevndur “tænketank”, ið skal samansjóða skúlalív í Klaksvík og við tíðini skal gera Klaksvík til ein skúla- og universitetsbý.
Hugsanin er, at hetta skal verða eitt forum, har leiðslurnar fyri skúlarnar – undir óformligum viðurskiftum – fáa høvi at samskifta og sparra við hvønn annan um viðkomandi felags spurningar, áhugamál og møgulig felags átøk.
Samanlagt eru fleiri enn 400 lesandi í Klaksvík, sum ganga í víðari skúla eftir fólkaskúla í Klaksvík, har skúlarnir og stovnarnir eru: Klaksvíkar HF-skeið, Tekniski Skúlin í Klaksvík, Fjarnám, Húsarhaldsskúli Føroya, Sjónam og Valskúlin (10. flokkur)
Harumframt telur fólkaskúlin (1-9. flokkar) 700 næm. og Klaksvíkar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli góðar 1000 næm., sum taka lut fjølbroyttari samanseting av lærugreinum.
Hósdagin í farnu viku innkallaði borgarstjórin til fund um málið, og hansara niðurstøða er, at fundurin staðfesti, at áhugi og grundarlag er fyri hesum samstarvi, har fyrstu tiltøkini verða at útvega næmingahagtøl og at arbeiða við felags marknaðarføring.