Klaksvíkingar læna 40 milliónir

Býráðið sigur, at hetta verður tað og at ætlanin er ikki at læna upp aftur meiri

Myndina av Klaksvík tók Pól Sundskarð av Háfjalli

Á býráðsfundi í Klaksvík í gjár samtykti býráðið at læna 40 milliónir krónur. Tað sigur kommunan á heimasíðuni. Býráðið sigur, at lánið er neyðugt fyri at tryggjam at tað er nokk av pengum til at halda fram við ymsum útbyggingum í ár.

 

Býráðið sigur, at nógv arbeiði eru í gongd. Fleiri stórarbeiði eru liðug, eitt nú rennibreytin, kappróðrarneystið, vælveruøkið, bláa skýlið og barnagarðurin Baldursbrá.

 

Men nakrar verkætlanir eru ikki lidnar og lánið skal brúkast til at koma á mál við teimum. Dømi um tað eru ídnaðarøkið á Borðoyarvík, fyrsta byggistig av útstykkingini á Fossum, barnagarðurin, Fjallafípan, og mentanarhúsið, Varpið. Harumframt eru tað nøkur arbeiði, sum hava kostað meiri enn ætlað.

 

Tí er neyðugt at økja um skuldina hjá kommununi, fyri at tryggja at verkætlanir, sum eru í gongd, eisini røkka á mál.

 

Við hesum 40 milliónum í láni afturát verður skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 385 milliónir. Tað er nakað meiri enn ein álíkning, sum er góðar 300 milliónir krónuir. Í tíðarskeiðinum 2016-2021 vóru íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu tilsamans 572 milliónir.

 

Myndina av Klaksvík tók Pól Sundskarð av Háfjalli