Tað endaði við 4-1 sigri til gestirnar, tá ið KÍ í góðveðrinum seinnapartin vitjaði undir Mýruhjalla á Skála. Eftir fyrra hálvleik var 2-1 til KÍ. Sigurin ber við sær, at KÍ framvegis er ósigrað og nú er aftur ovast á stigatalvuni. KÍ og NSÍ hava 29 stig, og málmunurin hjá KÍ er +20, og hjá NSÍ er málmunurin +13.
Fyrsta hálva tíman var heimaliðið greitt omaná. Longu í fjórða minutti legði miðvallarin Jákup Pauli Frederiksberg heimaliðið framum eftir upplegg frá Silasi Gaard, sum øll síni barna- og ungdómsár spældi við barndómsfelagnum í Klaksvík.
KÍ, sum var uttan leikbannaða Árna Frederiksberg, hevði ilt við at fóta sær, og heimaliðið spældi seg í fleiri góðar støður og eisini til málmøguleikar. Men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Marc Fabricius Jensen, sum eftir langan skaðasteðg var aftur í KÍ málinum.
Og tað kostar, tá ið tað ikki eydnast at umseta støður og møguleikar til mál.
Í 26. minutti javnaði KÍ. Eftir hornaspark var tað Filip Brattbakk, sum í dag var í høgru, sum setti bóltin í málið, og dygst undan steðginum var tað Páll A. Klettskarð, sum legði KÍ á odda. Uppleggið átti Jean Carlos De Brito, sum í dag var framrættaður í vinstru.
Eftir steðgin hevði KÍ tak á tí, og tá ið Daniel Johansen eftir ein tíma og við beinleiðis hornasparki økti um leiðsluna til 3-1, kendist tað sum um, at spurningurin heldur var, hvussu stórur sigurin fór at verða, enn at heimaliðið fór at svara aftur. Skálamenninir vóru misnøgdir við, at tað ikki varð bríkslað fyri frísparki, tí teir mettu, at málverjin varð óregluliga forðaður, tá ið hornaszparkið frá Danieli Johansen sigldi beinleiðis í málið.
20 minuttir undan leikloki bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Skála, men Simon Jørgensen misnýtti.
Og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at innskifti Dávid Reynheim staðfesti 4-1 sigurin eftir upplegg frá Jean Carlos De Brito.
Leygardagin fer KÍ at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og sunnudagin fer Skála at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað verður grannauppgerð, har setningurin verður at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna.











