Klára ikki at velja fleiri enn 10 kvinnur á ting

Føroyingar megna ikki javnstøðu á tingi

Heldur ikki hesaferð megnaði føroyski veljarin at sláa 15 ára gamla metið við javnstøðu á tingi. Eins og seinast og eins og í 2011, so valdu vit bara 10 kvinnur á ting hesaferð.

 

Í Fólkaflokkinum var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur afturvald sum einasta kvinna av níggju tingfólkum.

 

Í Sambandsflokkinum var Eyðdis Hartmann Niclasen afturvaldu og Sunnvá Dahl Høgfeldt nývald.

 

Hjá Javnaðarflokkinum vóru Súsanna Bertholdsen og Margi Stórá afturvaldar. Súsanna var ikki vald seinast, men hevur verið á tingi sum varafólk fyri landsstýrisfólk.

 

Tjóðveldi gjørdi eitt ordans kvinnuhál – tveir triðingar av 'tingmanning' floksins eru kvinnur: Nývaldar eru Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Liljan Weihe, sum hevur havt sæti sum varafólk fyri landsstýrisfólk síðani síðsta val, eins og Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir eisin vórðu afturvaldar.

 

Ruth Vang varð afturvald fyri Framsókn, meðan Miðflokkrin enn sum áður er mannaður við monnum.

 

Formaður í Demokratia, Niels Uni Dam, sigur við Kringvarpið, at hann harmast.

 

– Sum formaður í Demokratia, má eg eisini harmast um, at vit ikki megnaðu, at sláa metið á 10 kvinnur, sum nú hevur 15 ár á baki.

 

– Í einum Føroyum, har okkara ungu flyta burt í alt ov stórum tali, og har serliga kvinnurnar ikki venda aftur, er tørvurin átroðkandi á betri kvinnuumboðan.Tá er hugstoytt at staðfesta, at kvinnuumboðanin enn einaferð stendur í stað.

 

– Føroyar eru enn einaferð eftirbátar á javnstøðuøkinum.

 

– Vit eru enn eitt land, ið ongantíð hevur havt so frætt sum ein triðing av kvinnum í Løgtinginum.

 

– Eg fari eisini at minna eina komandi samgongu á, at virða javnstøðuna, tá landstýrisfólk skulu veljast, sigur hann.

 

Tá landsstýrið verður mannað, so koma helt víst fleiri kvinnur á ting. Og onkur fer helst úr tinginum og í landsstýrið.

 

Fólkaflokkurin kemur uttan iva í landsstýrið. Tað verður formaðurin Beinir Johannesen og helst eitt av tingfólkunum afturat. Sum føst varafólk á tingi koma tá Fía Selma Nielsen

 

og Astrið Breckmann.

 

Kemur Sambandsflokkurin í landsstýrið, kemur Anna Falkenberg á ting sum varafólk.

 

Kemur Javnaðarflokkuri í landsstýrið, so koma Björt Lind og Eyðgunn Samuelsen á ting sum føst varafólk.

 

Kemur Sjálvstýri í landsstýrið – og um tað verður tingmaðurin Sámal Petur í Grund, sum kemur í landsstýrið, so kemur Sylvia Thomsen á ting. Og kemur Framsókn í landsstýrið, so kemur Beinta Løwe á ting sum føst varakvinna. Soleiðis kunnu fimm kvinnur afturat koma á ting, alt eftir hvør samgonga verður skipað.