Klárt at byggja nýggjan musikkskúla í Havn

Nú verður arbeiðið boðið út

Nú verður loksins farið undir arbeiðið at gera nýggjan musikkskúla í Havn.

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at bjóða skúlan út og hann verðu bjóðaður út í høvuðsenterprisu.

 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at tað er einfaldari og lættari at bjóða út í innbodnari høvuðsenterprisu, ikki minst verður tað samskipandi arbeiði í ambandi við byggingina lættari.

 

Í hesum sambandi vóru bæði Marin Katrina Frýdal og Jógvan Arge úr Tjóðveldi, ónøgd við, at meirilutin hevur kutað av konserthøllini hjá skúlanum fyri at spara.

Upprunaliga var ætlanin, at musikkskúlin skuldi byggjast í Sortudíki og tá ætlaði skúlin at fáa ganga av høllini í Norðurlandahúsin.

Men nú er skúlin fluttur á Landavegin í vesturbýnum og tá er brúk fyri størri konserthøll.

Samstundis hava musikklærararnir heitt á býráðið um at gera konserthøllina størri í sambandi við næmingakonsertir, siga tey bæði.

 

Helena Dam á Neystabø heldur, at tað ber væl til at halda konsertir í ætlaðu konserthøllini.

Í høllini ætlanin er at byggja, er pláss fyri 220 fólkum og er plásstrot, er bara at hava eina framsýning afturat

- Tað er vanligt at halda fleiri framførslur, tá ið plásstrot er, bæði hvat konsertum, sjónleiki og øðrum framførslum viðvíkur.

Hon heldur, at tað er neyðugt at fáa gongd á arbeiðið nú, so at musikkskúlin fær tær neyðugu fakligu og teknisku umstøðurnar.

Men tá ið tilboðini eru komin inn, ber til at meta um, antin ráðini eru til at gera høllina størri.  

 

Býráðslimir føra eisini fram, at skal projektið broytast nú, fer tað at taka enn longri tíð, áðrenn skúlin kann byggjast.