FC Barcelona, Arsenal, Borussia Dortmund og Atletico Madrid eru øll víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League saman við Real Madrid, Manchester City, Bayern Munchen og Paris Saint Germain. Lutakastið verður í morgin.
FC Barcelona vann týskvøldið rímiliga sannførandi á Napoli, meðan Arsenal vann eftir brotssparkskapping móti FC Porto. Í gjár var stórur spenningur í báðum uppgerðunum. Borussia Dortmund vann 2-0 á PSV og samanlagt 3-1, men PSV kundi havt javnað til 1-1 í evstu løtu. Tað endaði við máli í hinum endanum.
Atletico Madrid vann eftir brotssparkkapping móti finalistunum frá í fjør, Inter Milan. Gestirnir úr Italia komu annars á odda 1-0 í Madrid og høvdu kós víðari, men Atletico Madrid megaði at venda uppgerðini og vinna dystin 2-1. Tað útloysti brotssparkskapping, sum Atletico Madrid vann.
Champions League fjórðingsfinalirstar:
Real Madrid
Manchester City
Bayern Munchen
Paris Saint Germain
FC Barcelona
Arsenal
Borussia Dortmund
Atletico Madrid