Skulu vit ganga út frá hagtølunum fyri veðrið 20. mars tey seinastu sjey árini, so verður gott veður til sólarmyrking.
Tað vísa hagtølini hjá Birgari Johannesen. Hann hevur seinastu árini skrásett veðrið í Havn hvønn dag í árinum.
Hann skrivar á sínum Facebookvanga, hvussu veðrið hevur verið á hvørjum 20. mars síðani 2008. Og út frá teimum hagtølunum, so verður sólarmyrkinging sum »show« væl eydnað:
2008: Nógvur kavi kom niður.
2009: Turt og stilt veður við massar av sól, har tað var heitast vóru 15 stig.
2010: Turt og gott veður allan dagin, tó vóru eini 2-3 stutt regnæl millum kl. 7-8 um kvöldi.
2011: Ráligt og gráligt allan dagin, tó var so gott sum turt f.p. og til kl. 3 s.p. Kl. 3 fór at regna og hel regnið fram til kl. 11 um kvöldið tá tað sleit í. S.p. vaks hann vindin og móti kvöldið var illveður.
2012: Frá kl. 8-9 f.p. var turt og gott veður, síðani regnaði illa til kl. 12. Millum kl. 12-3 var turt og síðani fór aftur st regna til kl. 10 um kvöldið tá tað aftur bleiv turt. F.p. var nakað av vindi sum vaks út á s.p.
2013: Av fægrasta veðrið við massar av sól allan dagin, tó kom nakað av vátakava niður millum kl. 2-3 s.p.
2014: Skiftandi veður, fyri tað mesta turt tó vóru grov heglingsæl av og á. Nakað av sól var og nógvur vindur var allan dagin.
Út frá hagølunum hjá Birgari Johannesen, so kunnu vit rokna við øllum veðri og øllum árstíðum. Men mjørki hevur so ikki verið 20. mars hesi árini, so tí velja vit at trúgva, at vit fáa í øllum førum eina klára løtu millum klokkan 9:30 og 9:45 hendan dagin.
Ítøkjuliga verður full sólarmyrking tann 20. mars í 2015 klokkan 9:40:12 – tá hon rakar Mykineshólm og fer síðan um allar oyggjarnar. Umleið hálvan annan minutt seinni kemur myrkrið til eystasta punktið á Fugloynni og fer so víðari norðureftir. Í Føroyum verður longst myrkt í Mykineshólmi, har tað verður myrkt í 2 minuttir og 24 sekund.
Ein sólarmyrking er, tá ið mánin stendur millum sólina og jørðina, soleiðis at jørðin kemur í skuggan av mánanum. Tá ið sólarmyrkingin er full, verður myrkt eina løtu, og so verður ljóst aftur.
Fullar sólarmyrkingar eru ógvuliga sjáldsamar, og seinasta fulla sólarmyrkingin í Føroyum var 30. juni í 1954.